Júst hví Fólkaflokkurin hevur tikið ta støðu, kann verða ring at skilja. Tað er ringt hjá okkum í fjølmiðlunum at skilja. Men tað er eisini ringt hjá formanni Fólkafloksins á tingi at skilja. Tí mátti hann fríggjadagin senda út enn eitt tíðindaskriv, har hann vísir á, at bæði in.fo og portal.fo hava misskilt boðskapin frá Fólkaflokkinum og eru komnir við villleiðandi yvirskriftum.
Men yvirskriftin er ikki so innviklað: Fólkaflokkurin gongur á odda at nationalisera privat vinnuvirksemi. Ella sagt við øðrum orðum: Fólkaflokkurin vil hava, at vinnuvirksemi, sum er privat, skal vera alment.
Burturforkláringin hjá Fólkaflokkinum hevur nú ikki so stóran týdning – sum tað, at Fólkaflokkurin, sum hevur buktina og báðar endarnar á tingi og í landsstýrinum, vil hava partabrøvini í Atlantsflog úr privatum hondum í alemnnar hendur. Tað er ikki ein spurningur um nakra semju, sum ikki er longur. Fólkaflokkurin hevur so stóra ávirkan í samgonguni, at tað mangan verður skotið í skógvarnar, at Fólkaflokkurin hevur ræði á 18 atkvøðum í løgtinginum. Tað var júst tað, sum Lisbeth Petersen segði í síðstu viku.
Tí er tykist tað heldur enn ikki undirbrotligt, tá Fólkaflokkurin kemur við undanførslum fyri, hví flokkurin vil nationalisera privat vinnuvirksemi.
Men er Fólkaflokkurin ein liberalur flokkur – har vinnan er í hásæti? Millum tey fólkavaldu í hesum vinnuflokki er ikki yvirvág av vinnulívsfólki, tí har eru tríggir skúlalærarar, ein skúlanæmingur og tveir politistar. Tað man vera tað, sum Óli Breckmann plagdi at kalla almennir pamparar, tó at hann sjálvur mundi vera ein hin størsti.
Tí er tað kanska ikki so løgið, at Fólkaflokkurin ikki trýr upp á tað privata initiativið – tað er kanska meira í teoriini, at tað virkur?
Tað er ein løgin útmelding, at tosa um, at »meiriluti er ikki fyri privatisering«, tá ein flokkur er í tí støðu, sum Fólkaflokkurin.
Liberalisman er kanska bara hissini-liberalisma, sum bara virkar viðhvørt og ikki fyri ein og hvønn?