Tað ljóðar í grundini heilt ótrúligt, at tað longu eru liðin tjúgu ár síðan Djassfestivalurin ella Tórshavnar jazz-, fólka- og bluesfestivalurin varð hildin á fyrsta sinni. Byrjanin við hesari tónleikastevnu var mestsum byrjanin til eina nýggja tíð, eina tíð, hvar Føroyar av álvara mentanarliga gjørdust ein partur av altjóða rútmiska tónleikaheiminum. Fáur mundi tá gruna, at her varð støðið lagt til eina fasta afturvendandi siðvenju og eina stevnu, sum ikki bert Havnarfólk, men stórir partar av føroyingum hava tikið lut í.
Við djassfestivalunum kom rútmiski tónleikurin av álvara út til fólkið, og tað má tí vera rætt og rímiligt at hefta seg við hendan runda dagin. Øll hesi tjúgu árini hevur djassfestivalurin bjóða føroyingum sera góðan rútmiskan tónleik á høgum altjóða støði. Henda tónleikastevna hevur verið dygdargott undirhald fyri áhoyrarnar og ein avbjóðing til heimliga rútmiska tónleikaumhvørvið. Talan hevur verið og er um eitt sera gott tiltak.
Eitt annað sera gott tiltak er Summartónar, ið er ein klassisk tónlistastevna. Summartónar hava kanska ikki so høgan profil ella umhvarv sum Djassfestivalurin, men Summartónar eru ikki minni týðandi fyri tónlistina fyri tí. Djassfestivalurin saman við Summartónum eru kærkomin høvi hjá føroyingum at njóta góðan rútmiskan ávikavist klassiskan tónleik. Hetta eru sera góð tilboð, og alt fleir nýta høvið at fáa eina tónlistalæiga uppliving, sum ikki býðst á hvørjum degi.
Almenningurin hevur tí fyrireikarunum fyri báðum stevnum nógv fyri at takka. Mesta fyrireikingin er sum vanligt verið gjørd av sjálvbodnum, sum leggja alla orku í at útvega landsmonnum eitt so gott djasstónleikatilboð sum møguligt. I tjúgu ár hava fyrireikararnir av Djassfestivalinum megnað at skipa fyri hesum megnartiltaki. Vit eru hesum fólkum takksom, eingin nevndur - eingin gloymdur.