Tað var annars týsdagin, at løgtingið samtykti málið við aðru viðgerð. Tá atkvøddu 19 fyri og 12 ímóti. Øll samgongufólkini atvkøddu fyri og øll andstøðufólkini atkvøddu ímóti.
Hósdagin var støðan kortini øðrvísi. Nú hálsaðu fimm samgongufólk um og atkvøddu saman við andstøðuni um at beina málið aftur í rættarnevndina.
Tað tykist løgið, at løgmaður soleiðis roynir at trýsta hetta málið í gjøgnum tingið samstundis sum ES-dómstólurin ger greitt, at heimildirnar í ES-logningsdirektivinum eru ov víðar.
Í skrivinum, sum løgmaður sendi út hósmorguin ger hann greitt, at hóast heimildirnar eru sera víðar, so er ikki ætlanin at brúka hesar víðu heimildir.
– Verður lógaruppskotið samtykt, er ein heimild til logning av dátu í rættargangslógini, men heimildin kemur ikki í gildi saman við restini av lógaruppskotinum, segði løgmaður í fráboðanini, sum hann sendi út fyri tingfundin hósmorgunin.
Men hví hevur tað so slíkan hast at fáa málið samtykt, samstundis sum niðurstøðan frá ES-dómstólurin kemur við hesi kontroversiellu niðurstøðu?
Her er talan um eitt sera eymt mál, sum hevur við persónsupplýsingar at gera. Tí eigur at verða farið fram við størsta varsemi. Tá nú ein ES dómstólur sáar iva um hendan framferðarháttin, so átti tað at fingið ávaringarlampurnar at lýst. Skulu tey fáu halda eyga við teimum nógvu, ella skulu tey nógvu halda eyga við teimum fáu – teimum, sum eru lógbrótarar. Tað er kanska spurningurin í einum nøtuhylki. Eingin ivi skal vera um, at løgreglan sjálvandi skal hava tey amboð, henni tørvar. Men alt við máta.
Løgmaður átti sjálvur at syrgt fyri, at hetta málið varð vent enn einaferð, tá nú málið við ES-dóminum kom upp í leikin.
Tað er gott, at løgtingið tók hesa avgerð – so rættarnevndin enn einaferð kann taka støðu til, um neyðugt er at geva landsstýrinum heimildir, sum landsstýrinum ikki tørvar.









