Oddagrein· Tillukku NSÌ og tillukku til fótbóltsoynna

Nú sorg og ónøgd í eina tíð hava eyðkent føroyskan fótbólt, her verður hugsað um okkara mongu og stóru tap móti fremmandum tjóðum, so gjørdist seinasta vikuskifti ein gleðistíð fyri føroyskan lið- og fyri ikki at siga oyggjafótbólt.

NSÌ gjørdist fyri fyrstu ferð í síni 50 ára søgu føroyameistari. Besta fótbóltslið í landinum. Hetta er einki minni enn eitt bragd, og hesum kann felagið, sum hevur rundan føðingardag í ár, takka teimum frægu spælarunum, venjarum og áskoðarum fyri. Liðið hevur spælt góðan fótbólt og hevur víst sannan stríðsanda og –vilja.

 

Men kappingin í ovastu deildini, Formunadeildini, er ikki bert ein sigur fyri NSÌ og Runavíkarøkið. Hon er einki minni enn ein stórsigur fyri alla oynna, um tú vil FÓTBÓLTSOYNNA EYSTUROY.

 

Hóast eitt umfar er eftir í kappingini er tað longu greitt, at ikki færri enn seks av teimum 10 liðunum í Formuladeildini komandi kappingarár eru úr Eysturoynni. Hetta má sigast at vera ótrúliga flott. Tað vísir bara, hvussu stórur áhugi er fyri fótbólti nettupp í Eysturoynni. At áhugin, viljin og dygdin meira enn nakrantíð áður hava sett Eysturoynna á føroyska fótbóltskortið.

 

Komandi kappingarár verða eisini B68 og ÍF við í bestu deildini. Frammanundan eru NSÌ, Skála, EB/Streymur og GÌ. Bert ein av fótbóltsbygdunum í allari oynni, er ikki við í bestu deildini komandi ár, og tað er Lorvík.

 

Sjálvandi er tað stórt spell, at hvørki Suðuroyggin ella Vágsoyggin eru umboðaðar í Formuladeildini næsta kappingarár. Tað mugu hesa so liva við, nú onnur lið hava klárað seg betri. Vónandi fara tey at spíla seg út og seta kós móti bestu deildini aftur.

 

Vit fara at ynskja NSÍ hjartaliga tillukku við meistaraskapinum, og vit fara at ynskja fótbóltinum í Eysturoynni tillukku við at eiga seks av tíggju liðum í bestu fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Sosialurin