ODDAGREIN: Tilfeingisgjald er eitt must

Meðan løgmaður hevur malið sum hund­ur um heitan greyt, tá um til­feing­is­gjald ræð­ur – so hevur pípan um­síðir fingið annað ljóð.

Løgmaður hevur ikki fingið seg at sagt tað, sum hann meinar innast inni, tí tað sampakkar ikki við tað, sum Fólkaflokkurin vil.
Men tað ger hann nú, og tað vísti hann í út­varp­i­num fyrr­a­kvøld­ið, tá hann stað­festi, at til­feing­is­gjald verð­ur lagt á høvuðs­vinnuna, við ella utt­an Fólkaflokkin.
Hetta er júst tann boðskapur frá løg­manni, sum bíð­að hev­ur ver­ið eft­ir. Men tað er týð­u­ligt, at ein ó­semja er í eyg­sjón mill­um stóru sam­gongu­flokk­ar­nar. Eitt er rík­is­veit­ing­in, har Fólk­a­flokk­ur­in frá at tiga er far­in at spei­reka løgmann. Í Degi og Viku týs­kvøld­ið segði Rodmund Niel­sen úr Fólk­a­flokk­i­num, at tey und­ir ong­um ums­tøð­um góð­taka nýggj­ar sam­ráð­ing­ar um at hækka rík­is­stuð­ulin enn meira.
Og tá løgmaður nú hvessir knívin við­víkjandi tilfeingisgjaldinum, so er ósemjan eyðsýnd.
Hvat hetta merkir fyri sam­gongu­sam­star­við er ilt at spáa um. Men mangt bendir á, at samstarvið er í váða. Men tað kann eins væl enda við, at Fólk­a­flokkurin bakkar við­víkj­andi til­feing­is­gjald­i­num, men ger tað, hann er mentur fyri at »minka um skaðan«.
Alt­ern­ativ­ið er makrelsam­gong­an mill­um Sam­bands­flokk­in, Tjóð­veldi, Javn­að­ar­flokk­in og Fram­sókn, sum kann gjøgn­um­føra ein slík­an re­form. Ein slík sam­gonga hevði sett Fólk­a­flokk­in út í pol­it­iska myrkr­ið utt­an á­virk­an, og valla er Fólka­flokk­ur­in hug­að­ur í at enda í somu støðu sum Tjóðveldi, sum nú skjótt á tíggj­unda ári stendur uttan poli­tiska ávirkan.
Avgerðin hjá løgmanni skal tak­ast ein av fyrstu døgunum, tí fíggj­ar­karm­arnir skulu ásetast fyrsta dag­in. Og í fíggj­ar­karmunum skal á­set­ast, hvussu nógvur peningur skal nýtast til rakstur, og hvussu nógv skal brúkast til íløgur í kom­andi ári – og hvussu nógvar inn­tøk­ur vera.
Kaj Leo Johannesen lat ongan iva vera um, at tað er eitt »must« at krevja eitt gjald frá høv­uðs­vinn­uni fyri fiska­til­feingi bæði á nær- og á fjar­leiðum. Tí alivinnan og fiski­vinnan koma at verða drív­meg­in í før­oyska bú­skapi­num – og utt­an hetta gjaldið fæst hallið á fíggj­ar­lógini ikki burtur fyri 2015, segði løg­mað­ur.
Tað síðsta, sum løgmaður segði, var ikki minst áhugavert: »Eitt til­feing­is­gjald, ella eitt gjald, verður lagt á vinn­una, tað eri eg slett ikki í iva um. Tað verður staðfest seinni í ár, og so vóni eg, at tað er tann sam­gonga, sum vit kenna í dag, sum kem­ur at gjøg­numføra tað...«
Hetta var ein hóttan, ið vil nakað. Hvør skal siga: Aktar Fólkaflokkurin ikki, so fer hann út í myrkrið.