Oddagrein Útbyggja norðurlendskt samstarv

Um somu tíð sum tað er komið fram, at einki er, sum løgfrøðiliga forðar fyri, at Føroyar fáa fullan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum frættist, at tað verður arbeitt við eini ætlan at útbyggja Norðurlandahúsið í Føroyum.

Bæði hesi tíðindi eru kærkomin.

Allir føroyingar ynskja okkum fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Higartil hevur tað verið ein forðing, at fman hevur mett, at fólkarætturin forðar fyri slíkum limaskapi, tí bara suverenar tjóðir kunnu hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum javnbjóðis hinar norðurlendsku tjóðirnar. Eftir øllum at døma er henda forðing nú vekk, tí ein serfrøðinganevnd er komin til ta greiðu niðurstøðu, at einki er í fólkarættinum, sum forðar fyri, at eitt nú Føroyar kunnu fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum.

Forðingin  um ein kann kalla tað so  nú er reint politisk. Tvs. at setir eitt av hinum Norðurlondunum seg upp ímóti fullum føroyskum limaskapi, so dettur hann á gólvið. Tað skal nevniliga vera semja millum londini um hetta, tí tá skal Helsinkforsavtalan broytast. Men nú er so gongd komin á. Ein tann higartil tyngsta forðingin, løgfrøðin og fólkarætturin, er ikki til meira. Síðani er tað spurningurin, hvat danska stjórnin sigur, og skulu vit meta eftir orðunum hjá formanninum í Norðurlandaráðnum, Ole Stavad, so er her heldur eingin forðing longur. Her liggur tí eitt stórt jobbyarbeiði fyri framman, sum bæði Høgni Hoydal og Edmund Joensen so væl hava gjørt greitt í Sosialinum í vikuni. Hesum kunnu vit bara taka fult undir við teimum í.

At tað so frættist, at arbeitt verður við at útbyggja Norðurlandahúsið kann bara fella í góða jørð, tí sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum merkir væl eisini ein víðkan av okkara samstarvi og eisini av okkara ábyrgdum og skyldum í hesum samstarvi. Vit síggja tí fyri okkum, at útbygging av Norðurlandahúsinum kann gerast partur av tí víðkaða norðurlendska samstarvinum. Vit verða eitt nú før fyri at húsa uppaftur størri tiltøkum. Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar eiga at vísa hesum ans og vera við til at fíggja eina slíka útbygging. Spurningurin er eisini, um ikki oljupengar, sum oljufeløgini hava játtað at lata til ymsar verkætlanir í Føroyum, eisini eiga at fara til slíka útbygging, nettupp nú útbyggingin og menningin av Norðurlandahúsinum og tess virksemi eisini miðjar móti at byggja brýr millum mentan og vinnulív.

Sosialurin