Av innlýsandi orsøkum er tað umráðandi at umsita talu- og skrivifrælsið væl og skynsamliga. Hetta er ein orsøkin til, at talu- og skrivifrælsið verður útinnt undir ábyrgd fyri revsilógini. Tú kanst skriva og siga næstan alt, men tú mást eftirfylgjandi standa til svars fyri tínum orðum. Nøkur orð eru so niðrandi, at tað er bannað at nýta tey, eins og tað ikki er loyvt at niðurgera ávísar samfelagsbólkar ella at almannakunngera blasfemiskar ákoðanir. Í Føroyum verður talu- og skrivifrælsið troytt til fulnar. Tað kunnu vit væl skjótt semjast um. Orðaskiftið er ofta hvast og lítið semiligt. Hetta er serstakliga galdandi millum andstøðu- og samgonguflokkar ella politikkarar og tá vit skifta orð um siðalig, átrúnaðarlig ella kenslulig evni. Tónin, orðalag og orðaval eru avgerandi fyri eitt gott orðaskifti. Onkur tinglimur hevur mælt til, at vit skulu tosa siðiliga og vinarliga við hvønn annan. Hetta eru sera góð ráð, ið øll áttu at umhugsa.
Oraðskifti er neyðugt, gagnligt og fremjandi fyri fólkaræðið. Men tað er neyðugt av fyriliti fyri sama fólkaræði, at øll vanda sær um tónan og orðalagið. Ein harður og ósemiligur tóni fremur ikki fatan og tollyndi. Tann harðligi tóni, ið eyðkennir samskiftið millum t.d. andstøðu og samgongu økir ikki um virðingina fyri politisku skipanini. Tað ógvusliga orðalagið millum teirra, sum umrøða støðuna hjá samkyndum, gagnar hvørki teimum samkyndu ella fólkaræðinum. Fólkaræðið byggir á sínamillum virðing á virðingina fyri tí veruleika, at vit kunnu ikki øll vera samd og at vit heldur ikki øll eiga at vera samd. Fólkaræði merkir m.a. margfeldni í áskoðanum. At viðurkenna hetta er samstundis at viðurkenna, at vit øll mugu fara við hvørjum øðrum við virðing og respekt. Vit skulu øll vera her, og tað er ikki neyðturviliga so, at tey, ið rópa harðast, altíð hava rætt. Men hinvegin er orðaskifti og skifti av meiningum ein neyðturvilig fortreyt fyri fólkaræðinum, ið treytaleyst er tann besta samfelagskipan, sum nakrantíð hevur verið til. Tí eiga vit sum sagt at vanda okkum um tónan í almenna orðaskiftinum, alt meðan vit sjálvandi eiga at halda fram við orðaskiftinum.
Sosialurin