Oddagrein· Tað prutlar undir lokinum

Tað kann tykjast sum tað er farið at prutla undir lokinum í samgonguni hugsa vit um tey mongu úttalilsini frá samgongufólki seinastu vikurnar. Ósemja tykist vera um týðandi mál eitt nú Visión 2015, einskiljingar, Íslandssáttmálan og onnur mál. Hetta, at samgongufólk og samgonguflokkar eru ósamd og tjakast alment, er einki óvanligt. Soleiðis hevur tað altíð verið, og hevur hetta nakað at gera við, at vit í Føroyum hava politiska siðvenju fyri samgongum og ikki minnilutalandsstýrum. Sum kunnugt er minnilutastjórnin tann mest vanligi stjórnarformur í okkara grannalondum. Skipan við minnilutastjórnum virkar, so løgið tað ljóðar, ofta betri enn skipan við samgongustjórnum. Tað eru fleiri orsøkir til hetta. Ein orsøkin er, at við minnilutastjórn verða í einum valskeiði oftast allir flokkar tiknir við í politiskar avgerðir og politiskar semjur. Hetta gevur øllum flokkum ávirkan, og hetta ger, at ein stjórn sleppur undan truplum neyðsemjum, sum slíta uppá ideologiska støði hjá flokkunum.

Tað skerst ikki burt, at teir flokkar, sum mynda sitandi samgongu, eru ideologiskt sera ymiskir. Men teir hava hinvegin frá fyrsta degi verið samdir um nøkur grundleggjandi viðurskifti sum t.d. hvussu sjálvstýrismálið skal loysast. Tey flest mugu væl nú ásanna, at sjálvstýrismálið má loysast fyri eitt langt áramál fram. Flestu føroyingar munnu eisini vera samdir um, at tað hevur stóran týdning at fáa til vega eina breiða semju um ta loysn, sum flokkarnir koma til. Hesir spurningar eru ikki allir loystir og í uttanlandsnevndini er ósemja um nakrar týðandi meginreglur í yvirtøkumálinum og um Íslandssáttmálan. Ósemja er lutvíst um einskiljingarnar, hóast hesar ósemjur ikki tykjast at vera so stórar, at tær ikki kunnu loysast.

Einhvør samgonga tolir eitt vist mát av ósemjum. Eitt ávíst mát av ósemjum er enntá gagnligt, tí flokkar mugu sleppa at markera, at teir eru ymiskir. Men eingin samgonga tolir stórar ósemjur um grundleggjandi spurningar í óavmarkaða tíð. Halda ávísir tingmenn fram við at føra politiskar samráðingar gjøgnum fjølmiðlarnar og at grava skotgravir, so kann hetta føra til so stórar politiskar trupulleikar flokkana millum, at samgonguni í versta føri ikki er lív lagað. Tað gerst tí neyðugt, at tingmenn og flokkar gera upp við seg sjálvar, um eitt slit er tann prísur, sum ein vil rinda fyri at sleppa at halda fram við slíkum ideologiskum markeringum, sum vit nú eru áskoðarar til.

Landinum trýtur stabilitet og arbeiðsfrið. Víst prutlar undir samgongulokinum, men er tað skilagott at lata pottin kóka í eldin nú? Tað er lítið, sum bendir á, at veljarin og vinnulívið orka eitt valstríð her og nú. Samgonguflokkarnir eiga tí skjótast at seta seg við samráðingarborðið og finna semjur og síðan fara til verka og gera tann setningin lidnan, sum teir hava átikið sær mótivegis føroyska samfelagnum. Alt annað vildi verið ábyrgdarleyst. Men harfyri nýtast teir heldur ikki at lata andstøðuna standa uttanfyri. Hví ikki vísa sætt demokratiskt sinnalag og virðing og oftari at taka andstøðuna við í tilgongdina so ella so. Vit standa fyri stórum avbjóðingum sum samfelag, eitt nú í sambandi við altjóðagerðina. At lyfta í felag og standa saman um at fremja tær skilabestu loysnirnar er ikki ein veikleiki. Tað er tvørturímóti ein stór styrki.

Sosialurin