Slík sjónarmið boða frá undirlutakenslum – sum als ikki eru okkum ókendar í Føroyum. Ikki bara millum manna, men eisini millum fólk á hægstu rókum – og ikki minst í politikki.
Kanska ein sigur hjá hesi antidonsku rørslu, at tey hava fingið danska málið trokað út úr miðnámsskúlunum sum kravda lærugrein.
Útvarpið visti í gjár at siga, at hóast lærugreinin ikki er kravd, so hava 2/3 av næmingunum á studentaskúlunum og HF-skeiðunum valt sær danskt sum lærugrein.
Verkætlanarleiðarin fegnaðist um stóru undirtøkuna, sum var júst so, sum hann hevði væntað og vónað. Ein studentaskúlalærari, sum er Phd í donskum, var meira ivandi og á?varaði skilagott um vandan við hesi gongd.
Bara tað at siga, at vit skulu javnseta lærugreinina danskt við spanskt og russiskt og enskt og onn?ur fremmandamál vísir eina arrogansu – sum kanska hevur po?litiskar undirtónar. Vit kunnu skjótt semjast um, at trongdskygdir sambandsmenn hava skyld?una av, at tað gekst so illa at vinna før?oysk?um tann sjálvsagda rætt, sum før?oyskt eigur í føroyskum skúla. Tað er skeivt at siga, at danir nokt?aðu – størsti trupulleikin var, at Sam?bands?flokk?urin hevði bukt?ina og báð?ar end?ar?nar á Før?oya Løg?tingi ta mestu tíðina frá 1906 til 1938, tá danska stjórnin skar ígjøgnum.
Men fyri tað nýtist okkum í dag ikki at hevna okkum inn á lær?u?grein?ina »danskt«. Hesa lærugrein, sum bæði í fólkaskúlanum og í mið?náms?skúl?u?num hev?ur giv?ið okk?um mentan?ar?ligt, bók?ligt og sam?fel?ags?ligt víðskygni.
Og so ikki minst tað, at vit við donsk?um hava málsligt samband við øll okk?ara grann?a?lond – uttan Ís?land, sum í sama trongskygni hevur strikað lærugreinina – og kenn?ir sviðan.
Nú er tað av tilvild danskt, sum er tað málið, vit hava lært. Danskt er máls?liga brúgvin hjá okkum til hini norðurlondini – og sum skila?góði student?a?skúl?a?læra?rin segði – so er danskt okkara mótvág í?móti enskum, sum vinnur á øllum mál?um.
Tað er eingin ivi um, at tað er ein skeiv kós, sum Mentamálaráðið hev?ur stungið út í kortið fyri før?oysk?an ungdóm. Vit verða fátækari, tá færri duga danskt – og tað er politisk ignoransa at tengja hetta saman við, hvat fólk halda um stjór?nar?við?ur?skift?ini millum Føroyar og Dan?mark.
Vit skulu styrka og menna und?irvís?ing?ina í móðurmálinum. Men ikki hevna okkum á danskt-læru?grein?ina.