Við at nýta deyðarevsing fyri vanlig brotsverk er USA í bólki við londum, sum USA annars vanliga ikki vil setast í bás við. Hesi lond eru Iran, Kina, Saudi Arabia, Iraq, Sýria, Libya og onnur lond, har mannarættindini hava trong kor. Tað er eins løgið, og tað er syndarligt, at deyðarevsing skal verða ein so vanlig revsing í einum fólkaræðiligum samfelag sum USA. Hetta land metir seg vanliga at vera millum heimsins fremstu lond, tá um mannarættindi ræður. Deyðarevsing er brot á grundleggjandi mannarættindi og hartil kemur, at tað ofta er prógvað, at hendan ræðuliga revsing einki minkar um kriminalitet í samfelagnum.
Deyðarevsingin í USA er ein partur av amerikanskari mentan og eitt úrslit av tí sermerktu søgu, sum hevur skapað hetta land. Hetta er ein søga um harðskap, valdsnýtslu og um eina eyga fyri eyga og tonn fyri tonn siðvenju, sum er slept í kristna heiminum. Tað kundi tó nú sæð út til, at hesin gamaltestamentligi hugsunarháttur er um at missa sínar fastatøkur á amerikansku revsingarskipanni, tí avrættingarnar eru nógv minkaðar í tali seinastu árini. Men nú hevur kanning víst, at einki er broytt við hugsunarháttinum, serstakliga í suðurstatunum, har deyðarevsing annars er vanlig og hevur undirtøku millum manna. Orsøkin er nevniliga hon, at tað kostar nógv meira at døma ein ákærdan til deyða og at taka viðkomandi av døgum enn at lata viðkomandi sleppa við eitt nú lívslongum fongsli.
Uttan mun til hvørjar orsakirnar nú einaferð eru, so kann ein bert fegnast um, at avrættingarnar í USA minka í tali. Hetta er hóast alt eitt jaligt tekin, og heldur hetta rák fram, er vón um, at USA, ið metir seg sum undangongutjóð innan alt, sum eitur mannarættindi, heilt fer at sleppa hesi ræðuligu og ómenniskjansligu revsing, sum setir USA í sama bólk sum lond, ið eru kend fyri at knúska alt, sum eitur mannarættindi og fólkaræði. Henda barbariska revsing hoyrir ikki heima í nútímans fólkaræði, og tí er kanska ein vón um, at tjóðin, ið megnaði at velja ein Obama til forseta eisini megnar at broyta seg til eina tjóð, ið veruliga virðir vanlig mannarættindi. Hinvegin hevur heimurin rætt til at vænta, at Obama, sum stendur sum ein av heimsins mest humanu demokratisku leiðarum, fer at gera sítt til, at land hansara heilt leggur av at taka lív við rættarskipanini.
Sosialurin