Tað er so hugaligt, at vit aftur hoyra, at politisk ungmannafeløg kalla til fundar. Meðan ungdómsvirksemið hjá politisku flokkunum hevur ligið so at siga deytt í fleiri ár, so tykjast nú flestu flokkar at hava kveit lív aftur í politisku ungmannafeløgini.
Og tað er bara gott. Tað er gott, at ungfólk hava áhuga fyri politikki, tí vit mugu ikki koma aftur í ta vanlukkuligu støðuna frá nítiárunum, tá »politikaraleti« valdaði - tá fólk vóru so troytt av politikarunm, at tey ikki vildu fáast við politikk - og tá fólk felst hildu hánt um politikk og politikarar. Hetta sást best á løgtingsvalinum í kreppuni í 1994, tá politiskir fundir vórðu hildnir fyri nærum tómum salum - og tá toppskorarin á valinum bara fekk góðar 600 atkvøður.
Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá. Vit hava havt góðar tíðir og vit hava havt verri tíðir. Sum støðan er nú tykist naggatódn at valda í politisku skipanini: Nógvar djarvar avgerðir eru tiknar síðani kreppuna. Vit hava sagt frá okkum triðingin av ríkisveitingini, og vit hava tikið yvir fleiri málsøki við tí erpna endamálinum, at vit sjálvi skulu valda og gjalda.
Men meðan politiska skipanin í offarakæti hevur dansað um gullkálvin, so hava tey gloymt, at erpnu avgerðirnar um at frásiga sær pengar og at átaka sær fleiri uppgávur krevja ábrygdarfullar politikarar, sum duga at umfordeila soleiðis, at landskassin fær aðrar inntøkur í staðin. Hetta hevur hesa vikuna ført við sær, at ein landsstýriskona ætlaði at taka náttarvakt frá gomlum og sjúkum fólkum. Men eftirsum at hon »ikki visti, hvussu álvarsligar avleiðingar sparingin fekk«, varð hetta broytt í løgtinginum í gjár. Spurningurin er so, um tað er politiskt ella umsitingarligt dugnaloysi sum valdar í Almannaráðnum, tá slíkt hendir.
Í blaðnum mikudagin kom miðfloksungdómur við uppskoti um, at útbúgvingarstuðul skal veitast eftir dugna skapi - hvussu góðan karakter tú fært í skúlanum. Jú, eitt kreativt uppskot, hóast asosialu avleiðingarnar av tí valla eru kannaðar til botns - men tað er bara gott við ungdómi í politikki, tí tað er sjón fyri søgn hvussu keðiligir og beinleiðis vandamiklir politiskir flokkar kunnu blíva, sum ikki duga at endurnýggja seg.
Vit hava brúk fyri góðum, frískum politikarum, sum duga at føra ábyrgdarfullan politikk, tí vit stevna móti eggini - eina og aleina av politiskum dugnaloysi og ábyrgdarloysi.