Oddagrein·Tíðartekin ella tilvild

Fundurin á Vaglinum leygardagin var áhugaverdur á mangan hátt. Eitt er at fólk hava tikið seg saman at mótmæla kríggsørskapinum. Hetta er í sær sjálvum gott og rætt. Annað er so hetta, at fyrireikararnir vóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin við teirra ungdómsfelagsskapum. Tað, sum mong spyrja er, um hetta sum hendi á vaglinum er eitt tíðartekin ella bert ein púra tilvildarlig hending.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava á ávísum økjum rættiliga lík sjónarmið og flokkarnir hava áður samstarva sera væl í samgongu. Men við nýggju leiðslu Tjóðveldisflokksins gjørdist Javnaðarflokkurin í stóran mun partur av fíggindamyndum Tjóðveldisflokksins. Álopini hava ikki skortað og mangan hava javnaðarfólk verið bilsin av orðavalinum hjá nøkrum av tí nýggja ættarliðinum í Tjóðveldisflokkinum. Hetta kann hava sínar orsøkir, og eitt nú hava samband við hetta, at nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum valdi at samstarva til høgru heldur enn til vinstru. Tað man geva mongum tjóðveldismann ringan ráka.

Men so kemur fundurin á Vaglinum tann 1 februar. Hann kann vera íkomin av berari tilvild. Tær skilagóðu leiðslurnar í báðum flokkum hava heilt einfalt sæð, at nú má talast at. Tey kynisku halda kanska , at fundurin bert skal tulkast sum eitt varskóð frá Tjóðveldisflokkinum til Fólkaflokkin, ið av fullum huga gongur inn fyri krígnum ? ella við øðrum orðum ein partur av tí áhaldandi nervakrígnum millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Men fundurin kann eisini vera eitt tekin um, at broytingar eru á veg í føroyskum politikki. Tá ein kann samstarva um ein friðarfund, so kann ein eisini samstarva um onnur viðurskifti og mál. Er tað við at tiðna millum Javðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, kann tað fáa víttrøkkandi politiskar fylgjur, og kundi tað verið áhugavert at sæð, hvønn veg eitt slíkt toybil bar. Er talan hinvegin bert um tilvild, so kunnu vit bara staðfesta, at tað var ein heppin avgerð at halda fundin, ein avgerð, ið tænir báðum flokkum til stóra æru.