Hesi orð hava í áratíggjur verið leiðaraorð hjá ST og hjá friðarrørslum kring allan heim. Ítøkiliga sæst hetta á stórari standmynd uttan fyri ST høvuðsborgina í New York, ið avmyndar jarnsmið í ferð við at smíða svørð um til eitt plógjarn. Í gjár varð almennur ST friðardagur og var dagurin verður hildin víða um heimin og í ST við tiltøkum, ið skulu minna á, at heimurin, vit liva í, er alt annað enn friðarligur.
Ófriður og kríggj eyðkenna gerandisdagin víða hvar um verðina. Kríggj gerst alt meira vanligt og alternativið til kríggj nevniliga tann politiska loysnin gerst alt meira óvanlig. Tað eru nógvar orsøkir til hesa støðu. Ein orsøkin er, at tað nú bert er eitt risastórveldi eftir í heiminum. Hetta stórveldið, USA, ræður yvir ómetaligari hermegi. Eitt stórveldi, sum er so sterkt hernaðarliga, fellur lætt fyri freistingini at nýta megi í staðin fyri orð - at leypa á við hermegi heldur enn at seta í verk diplomatisk tiltøk. Hetta er politikkurin hjá teimum nýkonstervativu kreftum, sum í dag hava politiska valdið í USA og sum gjøgnum mong ár hava verið við til at seta dagsskránna í amerikonskum uttanríkispolitikki.
Hvat er so vunnið við hesum nýkonservativa politikki? Millum lítið og einki er vunnið. Irak líkist meria og meira Vietnam. Ístaðin fyri at vinna á terrorismu gjøgnum eitt nú kríggið í Irak er veruleikin nú tann, at Irak er vorðið íblástrarstað fyri nýggjari terrorismu. USA, sum tíverri hevur givið teimum nýkonservativu alt ov stórt vald, stendur nú meira og meira einsamalt í heiminum. Gomlu siðbundnu vinirnir Týskland og Frakland hava tikið seg burtur frá USA. Bretland er farið at vingla í stuðli sínum til harðrendu nýskonservativu linjuna og komandi norska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at taka norsku hermennininar úr Irak. Bush er í øðini, men her batar honum ei bøn. Soleiðis eru stuðlarnir dotnir frá, ein fyri og annar eftir og USA gerst alt meira isolerað. Omaná alt hetta kemur tann miseydnaði innlendispolitikkurin. Teir nýkonservativu lovaðu at gera USA til eitt tryggari og betri samfelag. Tað er gingið beint øvugt. Katatrofan í New Orleans avdúkaði, at stjórnin hjá Bush ikki megnar at geva sínum medborarum eitt minstamát av trygd og hjálp, tá vannlukkan rakar landið. Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá Bush og hansara medarbeiðarum, sum siga seg at vera góð kristin fólk, at lurta eftir Esaja ein slíkan dag.
Sosialurin