Oddagrein· Stórveldini uppí nú

Støðan í Miðeystri versnar fyri hvønn tíma. Ísrael verður álopið frá fleiri síðum, og hetta hevur gjørt, at landið av álvara er farið í hernað móti Hizbollah og Hamas. Sivil í bæði Gaza, Ísrael og Libanon eru offur í hesum stríði. Tað kann eingin liva við.

Bara stórveldini kunnu steðga hesum ørskapi. Hans Holm, ein av okkara frægastu eygleiðarum og viðmerkjarum, tá tað um uttanríkispolitisk viðurskifti ræður, sigur við Sosialin í dag, at um ikki stórveldini, sum eru á fundi í Skt. Petursborg í løtuni, taka seg um reiggj og leggja trýst á partarnar, so kann alt hetta enda í einum ragnarroki. Verður t.d. Tel Aviv rakt av Hizbollah rakettum framleiddar í Kina og seldar víðari til Iran, kann tað føra til, at ísraelar kenna seg so hart trongdar, at teir í síðsta enda kunnu brúka øll síni vápn. Hans Holm heldur tó ikki, at teir taka til atomvápn, men henda møguleika hevur landið so í ringasta føri.

Tíverri er stríðið í Miðeystri eisini ein partur av tí spæli, sum stórveldini spæla á altjóða politiska pallinum. Meðan USA og lutvíst EU hava lindi til at halda við Ísrael, so stuðla Rusland og Kina hin partin. Besta framtíðar loysnin heldur Hans Holm vera, at eitt neutralt land sum Norra aftur fær litið upp í hendi sín leiklut sum friðardiplomatur. Tað hevur landið víst fyrr, at tað dugur væl. Men fyri at forða fyri, at støðan versnar og breiðir seg til eitt nú Sýrialand, mugu stórveldini kenna ábyrgd og leggja trýst á partarnar.

Sosialurin