Oddagrein· Størri virðing fyri teimum eldru

Nú er nýggja árið tríggjar vikur gamalt, og vit hava vant okkum at skriva 2009. Dagarnir eru farnir at leingjast aftur, og ljósið troðkar myrkrið burtur fyrr á morgni og heldur tí burtur longri út á seinnapartin, enn tað gjørdi um jóltíðir.

At dagarnir eru farnir at leingjast sigur ikki tað sama, sum at veturin er av. Longsti dagur er tveir dagar undan jóansøku, og tað plagar at verða sagt, at hásummarið er millum søkurnar – jóansøku og ólavsøku. Nú er hávetur, og vit kenna tað á veðrinum. Tað rínur og hvínur í hvørjari sprekku, og avfallið er nógv.

 

Um jólini er alt so upplýst, og nú øll ljósini og alt prýðið er pakkað saman fyri hesu ferð, kennist tað hjá fleiri tungt og møtimikið. Skilagóði veteransálarfrøðingurin segði í Degi og viku nú eitt kvøldið, at besti heilivágurin hjá teimum, sum kenna seg tyngd og troytt, er at smoyggja sær út fyri dyr og at ganga túrar.

 

Føroyar eru eitt fínt samfelag at búgva í. Tað kann gott vera, at veðrið er harðførari og at tað er berligari og kaldari, enn tað er so nógva aðra staðni, men vit hava so nógv annað at fegnast um: livifóturin er høgur, persónliga frælsið er stórt, familjubondini tøtt og sterk og so nógv annað, sum ikki er ein sjálvfylgja so nógva aðra staðni.

 

Kortini er tað nógv, sum kundi verið øðrvísi, og tað eru tey, sum við góðum rætti kunnu siga, at tey kenna seg ikki nóg væl viðfarin, og at tað almenna í verki ikki vísir teimum nóg dyggan stuðul.

 

Eitt nú tey eldru. Tíbetur er lívsgóðskan hjá nógvum teirra nú so góð, at tey upp í høgan aldur eru før fyri at búgva heima hjá sær sjálvum, og fólkapensiónin og samhaldsfasti og hjá øðrum krígspensiónin, privatar uppsparingar og arbeiðsmarknaðarligar eftirlønir gera, at tað ber til.

 

Hesi hava seinastu árini havt tilboð um at vitja í dagtilhaldum kring landið. Dagtilhaldini hava fingið støðugt størri undirtøku – fyrst millum konufólkini og nú eisini mannfólkini – og dagtilhaldini eru við til at hækka lívsgóðskuna hjá eldru medborgarum okkara. At stuðulin til rakstur av dagtilhaldunum nú verður tikin burtur er púra við síðuna av og má metast at vera ein misskiljing, sum eigur at verða rættað beinanvegin.

 

Verri er statt, tá ið tað hevur við teir av okkara medborgarum at gera, sum hava brúk fyri røktarheimsplássum. At hundrað hava akuttan tørv á plássi, sum tað er ikki er nøkur vón fyri, at tey skulu fáa innan rímuliga tíð, er ógvuliga óvirðiligt og lítið sømiligt fyri samfelag sum okkara.

 

Fleiri kommunur hava við sambýlum tikið uppgávu á seg og loyst tørv, sum landið átti at havt syrgt fyri. Tað er óvirðiligt, at røktarheimsspurningurin ikki hevur hægri raðfesting, enn hann tykist at hava. Hjá teimum, sum tørva hjálp, og teirra avvarðandi, er tað torført at síggja glottan í gerandisdegnum. Seinastu árini eru tøk tikin á røktarheimsøkinum, men framvegis er hetta takið eitt tað størsta, sum okkara samfelag hevur eftir at taka.

 

Sosialurin