ODDAGREIN: So trýsti Rósa á »restart«

Tað var tann 25. juni, at Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, her í blaðnum gjørdi greitt, at hann og Javnaðarflokkurin ikki fóru at taka undir við ætlanunum hjá Rósu Samuelsen um at leggja niður nøkur røktarpláss, tá nýggj røktarheimspláss verða tikin í nýtslu.

Í sambandi við fíggjarkarmin, sum løgtingið hevur samtykt, varð gjørt greitt, at hon skuldi spara 30 milliónir krónur. Ein part ætlaði hon at spara við at leggja niður nøkur røktarheimspláss, tá nýggju røktarheimini, sum eru í gerð, verða tikin í nýtslu. Júst hetta við at útvega fleiri røktarpláss er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin hevur koyrt hart uppá, og tí valdu vit seta flokkinum spurningin, um hann tók undir við hesum.

Eitt sindur av orðadrátti varð aftur um hetta málið stutt fyri ólavsøku - men í ólavsøkurøðu løgmans tekur hann uppaftur ætlanina hjá Rósu Samuelsen.

Men nú er vent í holuni. Gjáramorgunin sendir Rósa Samuelsen út eitt tíðindaskriv, har hon ger greitt, at hendan ætlanin er slept. Hon harmast um, at tey ongantíð náddu at seta seg rundan um borðið og viðgera ætlanirnar, sum í staðin skaptu miklan ruðuleika. Hon segði í tíðindaskrivinum, at hon tekur til eftirtektar støðuna hjá samgongufeløgum hennara og steðgar málinum.

Umframt tær 12 milliónirnar, sum hon sparir við at taka av javningina av pensjónunum, so skal hon framvegis spara 18 milliónir krónur, sum skulu finnast fyri 1. oktober. Rósa Samuelsen segði í morgun, at hon umhugsar at endurskoða bygnaðin innnan almannaøkið. Hetta merkir helst uppsagnir - og hon sigur eisini, at allar dupultfunktiónir skulu samskipast fyri at fyribyrgja óneyðum útreiðslum, og at hvør króna skal vendast, og at tryggjast skal, at peningurin verður brúktur til røttu endamál.

Tað tykist sum um landsstýriskvinnan er gyrd í brøkur við hesum spariætlanum - sum eru miseydnaðar. Hon sigur sjálv, at hon skal trýsta á »restart«. Vit kunnu so bert vóna, at »restart« ikki merkir plenuklipparin einaferð enn, tí so verður galið.

Tað er ikki ein løtt uppgáva, sum bíðar Rósu Samuelsen. Men hon verður noydd at velja og at raðfesta - tí, sum hon sigur: »Framhaldandi er aðalmálið, at tænasturnar til borgaran skulu skerjast sum minst. Neyðugt er at hyggja gjølla eftir tí umsitingarliga partinum, áðrenn tænastustøðið verður lækkað...«

» Bara 'restart' ikki merkir plenuklipparin