Oddagrein· Skulu vit flyta ráfiskin av landinum at virka?

Nú hendir tað í Føroyum, sum er hent so mangastaðni seinastu skjótt mongu árini. Framleiðsla verður flutt úr Evropa og øðrum hálønarlondum til lond í Eysturevropa og Fjareystri, har lønin bara er ein lítil partur av lønini í teimum meira framkomnu londunum.

Eitt virki í Letlandi skal nú virka føroyskan fisk. Hetta gagnar sjálvandi flakafólkunum í Letlandi, samstundis sum føroysk flakafólk kanska fáa færri tímar. Men hetta er ikki heilt nýtt. Tann gamla Føroya Fiskasøla hevði eitt rættiliga langt áramál eitt virki, sum - so vítt vit vita - eisini virkaði føroyskan fisk frá flakatrolarum.

At umboð fyri føroysk arbeiðsfólk - og serliga flakafólkini - mótmæla hesi gongd er skilligt. Hesi fólk síggja, at arbeiðið gleppur teimum av hondum, og at hesi arbeiðsfólk fáa færri tímar. Inntøkan hjá tí einstaka minkar. Inntøkan hjá kommununi minkar. Og inntøkan hjá landinum kann minka, um henda gongdin vindur upp á seg, um ikki økt søluvirðið fellur til føroyska búskapin.

Sum sagt í byrjanini er henda gongdin ikki nýggj. Vit hava seinastu árini hoyrt um bæði íslendingar og norðmenn, sum flyta ráfisk til láglønarlond, t.d. Kina, at virka til lidnar verðar. Spurningurin var bara tí, nær føroyskir fiskaseljarar ella føroysk fiskavirki fóru at flyta fisk av landinum til virkingar.

Hesi virkislið - arbeiðsgevaraparturin - vil óivað verja seg við og siga, at henda gongdin loysir seg bertri, tí kappingarføri er ikki nóg gott við verandi tímalønum í Føroyum, samanborið við tímalønirnar í láglønarlondum, og fyri so vítt eisini í Bretlandi og í Íslandi, har lønin er lægri, men tímakostnaðurin hjá virkiseigarunum kanska er líka høgur kortini.

Somuleiðis kunnu arbeiðsgevarar eisini verja seg við at siga, at ein slík gongd skapar dynamikk, og at kapping er góð. Áhugavert verður at hoyra, hvat búskaparfrøðingar siga til hesa gongd, og hvat politiski myndugleikin heldur. Fer landsstýrið at góðtaka, at fiskatilfeingið - ogn Føroya fólks - fer av landinum í størri nøgdum til virkingar í láglønarlondum?

Í øllum førum reisir henda gongdin nakrar áhugaverdar spurningar í tí altjóðagerð, sum fer fram í hesum árum. Vit skulu fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, og spurningurin er so, um vit fáa mest burtur úr við at virka tilfeingið í Føroyum ella við at lata tað virka aðrastaðni fyri minni kostanð.

Men verða samfelagsligu avleiðingarnar, at fleiri fólk í Føroyum missa arbeiði, er spurningurin, hvat loysir seg best. Tað vísir seg at vera trupult at fáa aðrar vinnur enn fiskivinnu at ganga í Føroyum. Tí ber til at fylgja áskoðanini hjá arbeiðarafeløgunum langt áleiðis í hesum álvarasama spurningi.

Fiskapakkin, sum skuldi forða fyri, at ov nógvur fiskur fór óvirkaður av landinum, skuldi verið klárur, og tey nýggju tíðindini áttu avgjørt at skunda undir, at sonevndi fiskapakkin varð settur í verk, hóast onkur av samgonguflokkunum hava roynt at drála við honum.

Sosialurin