ODDAGREIN: skjølini eru og verða loynilig

Almenningurin fær ikki innlit í inn­an­­hýs­­is­skjøl hjá landsstýrinum, so sum fund­ar­frá­greið­ing­ar og ann­að til­far í sam­bandi við full­vel­dis­sam­ráð­ing­ar­nar í 2000, sum kundi givið eitt inn­lit í, hvøjra hugsan føroyska sam­ráð­ing­ar­nevnd­in hevði undir og und­an sam­ráð­ing­unum. Hetta er stað­fest nakr­ar ferðir. Bæði lands­stýr­ið og danska stjórnin hava nokt­að fyri at almannakunngera til­farið.

Edmund Joensen, fólka­ting­s­mað­ur, spurdi herfyri danska for­sæt­is­ráð­harr­an um at almannakunngera skjølini, men hesum noktaði Helle Thorn­ing-Schmidt.
Sosialurin bað fyrr í vikuni Løg­mans­skriv­sto­vuna um innlit í skjøl­ini og í samskifti við Høgna Hoydal, fyrr­ver­andi lands­stý­ri­smann, og An­finn Kalls­berg, fyrr­erandi løg­mann, um mál­ið. Grund­gev­ing­in hjá lands­stýrisnum fyri ikki at lata inn­lit er, at hesir báðir avvarðandi per­sónar í málinum skulu spyrjast.
Høgni Hoydal hevur boðað frá, at hann als einki hevur ímóti at skjøl­ini verða almannakunngjørd, meðan Anfinn Kallsberg er ímóti. An­finn Kalls­berg segði við Sosialin miku­dagin, at hetta fyri hann var eitt prin­sipp­mál, tí um innlit verður giv­ið í hesi innanhýsisskjøl hjá lands­stýr­i­num, so skal innlit latast í øll inn­an­hýsisskjøl.
Sosialurin ætlaði at spyrja Kaj Leo Jo­hann­esen, løg­mann, hvør hans­ara støða er til málið.
Vit ætlaðu at fáa at vita frá løg­manni, um hann hevur somu støðu sum An­finn Kalls­berg, um at innlit ikki skal lat­ast, ella um hann heldur sum floks­felagin Edmund Joensen og Høgni Hoydal, at fult innlit skal lat­ast í hesi skjøl. Eisini ætlaðu vit at spyrja løgmann, um hetta var ein av­gerð, ið hann sum løgmaður kundi broyta.
Men løgmaður ynskir ikki at gera sam­røðu við Sosialin um málið.
Í staðin hevur Sjúrður Ras­mus­sen, ráð­gevi á Løg­mans­skriv­stov­uni svar­að Sos­i­al­i­num – vegna løg­mann, »at hann ynskir ikki at gera sam­røðu um mál­ið, og at hann held­ur seg til fyrr nevndu fyri­sit­ing­ar­ligu avgerð.«
Vert er at leggja til merkis, at tað er Fólkaflokkurin, sum ikki vil almannakunngera tilfarið, meðan Tjóðveldi við spæla við opnum kortum.
Um skjølini einki hava upp á seg, vita vit ikki. Men reint journalistiskt, søguliga og samfelagsliga, hevði tað verið áhugavert at sæð skjølini – kanska serliga tí, at Anfinn Kallsberg stendur so fast við at halda skjølini loynilig. Anfinn Kallsberg var hann, sum formliga avlýsti fullveldistilgongdina og steðgaði ætlaðu fólkaatkvøðuni, sum skuldi verða 26. mai í 2001.
Kunnu skjølini avdúka ósemju millum Tjóðveldi og Fólkaflokk, sum ikki tolir dagsins ljós?