Oddagrein· Skipanin og einskiljingarnar

Hóast nógv tos so hava so at siga ongar einskiljingar av almennum ognum enn verið. Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka helt fyri, tá ið tað varð tosað um at einskilja bankan, at tað bar ikk til bæði at vera upp á vegin og ikki upp á vegin. Tað var antin ella, og tað hevur ivaleyst verið stórur trupulleiki, at politiska skipanin hevur havt so ilt við at gera upp við seg sjálva, hvat hon hevur viljað viðvíkjandi einskiljingunum.

Í fólkaræðinum eru tað tíbetur mong, sum spæla við. Tað snýr seg um at ávirka politisku avgerðirnar. Politikararnir eiga at taka avgerðir, eftir at teir hava fingið tilmæli úr ymsum herðashornum. Tilmælir, sum eru fakliga grundað, men sum kortini eru litað av ymsum útgangsstøðum og áhugamálum. Soleiðis eigur tað at vera.
Men soleiðis er tað ikki í Føroyum. Her eru tað mong dømi um, at politikararnir tøva. So kemur tað aftur og aftur fyri, at veruleikin yvirhálar politisku skipanina. Harvið verður politiska skipanin noydd at fyrihalda seg til tað, sum er farið fram, og sum politikararnir áttu at havt ávirkað, men sum teir ikki hava megnað, og sum onnur tískil hava trýst ígjøgnum. Og so hava politikararnir meiningar, men ongan møguleika at ávirka!
Nú hava tvær nevndir, sum politiska skipanin hevur valt, sjálvar roynt at gera hol í sjógvin. Fyri nakað síðani bjóðaðu fólk í fyritøkuni upp á Fiskasøluna. Tá var nógv rumbul. Framtaksgrunnurin, sum landsstýrismaðurin hevur mannað, syrgdi fyri, at høvd ruku, og tað varð sligið fast, at soleiðis skuldi tað ikki ganga fyri seg.
Nú hendi so tað, at Føroyagrunnurin, sum átti og umsat gomlu Kjølbro fyritøkuna í Klaksvík, í knappari vend einskildi. Aftur uppliva vit, at alt er á gosi. Spurningarnir flúgva um oyruni, og ákærurnar um bæði líkt og ólíkt stinga seg fram, tí nevndin, sum hevur selt, er sett av landsstýrismanninum í vinnumálum.
Tað er lætt at skilja, at klaksvíkingar eru ovurfegnir. Lokali og henti sparikassin hevur saman við óføra JFK stjóranum tryggjað, at samfelagsvirðini, sum teir so framúr væl hava umsitið, verða verandi har norðuri. Tey fara ikki aðra staðni í landinum, og tey fara ikki av landinum. Ikki í fyrstu syftu í hvussu so er.
Tað er eisini lætt at skilja, at onnur kenna seg standa sum ryssa yvir deyðum fyli. Nú skuldi gjøgnumskygnið verða so stórt, og nú skuldi alt handlast og vigast á vágskálini, sum eitur marknaðarkreftirnar. Brádliga smuttaði eitt tað størsta almenna aktivið. Tað fer ongantíð at bera til at fáa at vita, um Føroyagrunnurin seldi fyri rætta prísin, og ákærurnar um, at tað almenna ikki fekk tað, sum tað skuldi havt fingið og um, at privatpersónur og norðoyingar hava fingið fiskiloyvir, virkir og skip bíligari, enn onnur kundu havt keypt tey fyri, verða torførar at berja niður.
Almenningurin stendur sum kánus. Her hongur ikki saman. Tvær nevndir, settar av tí almenna, hava undir sama landsstýrismanni og somu samgongu handlað. Í tí fyrra førinum varð einskiljng steðgað, tí mannagongdin var skeiv. Føroyagrunnurin hevur eygu og oyru og eigur at hava skilt politisku signalini. Men kortini hava teir tikið avgerð, sum er í andsøgn við tað, sum fyri stuttari tíð síðani varð staðfest skuldi gerast.
Spurningurin er so, um tað var rætt at steðga ætlanini at selja Fiskasøluna. Um tað var tað, so hevur Føroyagrunnurin borið seg skeivt at. Um Føroyagrunnurin hevur borið seg rætt at, so var tað skeivt av Framtaksgrunninum at steðga ætlaðu søluni av Fiskasøluni. Her hongur tað ikki saman í skipanini.

Sosialurin