Leiðslurnar í hesum flokkum hava tó fleiri ferðir gjørt greitt, at valið vísti, at haldast má aftur við fullveldisgongdini og rekast má ein meira hóvligur sjálvstýrispolitikkur. Tær hava tí eisini mælt til at taka Javnaðarflokkin við í eina samgongu fyri nettupp at skapa betri javnvág fyri eini hóvligari gongd. Tað, ið kortini tykist henda, er, at kreftir í Tjóðveldisflokkinum, sum ikki av politiskum orsøkum men av øðrum orsøkum, fyri ein og hvønn prís vilja halda Javnaðarflokkin uttanfyri. Við blint at gøðtaka krøvini hjá Tjóðveldisflokkinum hava leiðslurnar í bæði Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum svikið teir mongu av sínum veljarum, ið greitt vendu sær ímóti tí politikki, sum eftirhondini bara Tjóðveldisflokkurin stendur fyri.
At Fólkaflokkurin hevur tikið hesa støðu er kanska betri skiljandi, tí varamenninir hjá sitandi landsstýrismonnum floksins vilja tað sama sum Tjóðveldisflokkurin í fullveldisstrembanini. Tó undrar tað okkum stórliga, at løgmaður uttan víðari góðtekur hetta. Men tað er ikki skiljandi, at Sjálvstýrisflokkurin letur seg lokka til at vera partur í hesi milt sagt skarnsgerð í politikki, har ávísir persónar í flokki loyva sær at útiloka ein annan flokk ? ikki av politiskum men møguliga meira av persónligum orsøkum. Vit hava sæð í seinastu hvussu formaður Javnaðarfloksins hevur verið úti fyri einki minni enn eini hetz frá tjóðveldisfólki ? við tí eina endamáli: at steðga flokkinum og seta hann uttan fyri alla ávirkan. Leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum hevur fleiri ferðir gjørt púra greitt, at veljarar floksins hava givið henni greitt at vita, at flokkurin eigur ikki at halda fram saman við Tjóðveldisflokkinum sum um einki er hent. Tingmaður floksins hevur eisini ærliga og rætt víst á hesa sannroynd og sagt frá, at hann vil hava Javnaðarflokkin við í samgonguna.
Stóri spurningurin er tí nú: hví hálsar hann um? Sjálvstýrisflokkurin situr framvegis við lyklinum til ta samgongu, sum leiðslan í flokkinum alla tíðina hevur víst á. Kári Højgaard hevur bara seg sjálvan at spyrja og líta á. Hann hevur ongar Poul Mickelsennnar at taka hensyn til. Hann kann ? um hann vil tað og um hann vil lurta eftir sínum veljarum ? bara siga við hinar, at skal kravið hjá Tjóðveldinum at fáa Jenis uppí verða gingið á møti, skal Javnaðarflokkurin eisini við, eitt nú fyri at halda javnvágina í sjálvstýrismálinum. Og tá Kári sjálvur hevur verið við til at gera samgonguskjálið og hetta ikki fer longur enn tað Javnaðarflokkurin kann ganga við til, tá átti hetta at verið eitt sjálvsagt og rættvíst krav.
Tá ein ACDE samgonga tí ikki ber til, so eigur ein ACDEH samgonga at bera til. Tjóðveldið, sum vil styrkja fullveldisvongin við at taka Jenis við, hevur fingið H við, og Sjálstýrið, sum vil leggja seg á eina meira hóvliga sjálvstýriskós, fær C við. Tað skuldi so aftur hóvað hvør sínum vongi í Fólkaflokkinum. Punktum finale.
Sosialurin