ODDAGREIN: Sjálvrós ella politiskt spinn

Tað er altíð gott at fáa rós fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Men tá tú sjálvur fert út alment og rósar tær sjálv­um – ella enn verri, at tú be­tal­ir fólki fyri at rósa tær sjálvum, tá verð­ur bitin heldur beiskur.

Men leygardagin sendi Sam­bands­flokk­ur­in á Christiansborg út tíð­ind­a­bræv, har kunngjørt verð­ur, at tað als ikki er Aksel V. Jo­hann­e­sen ella Sjúrður Skaale, sum hava æruna av, at Dan­mark ikki fer at atkvøða »ja« í ES-ráð­­harra­­ráð­­num í makr­el­mál­i­num, men at Ed­mund Joensen eigur alla ær­una.

Sambært Edmundi Joensen, so hava hann og Vinstri flokkurin havt sam­ráðingar við donsku javn­að­ar­stjórn­ina og hava avrátt, at danska stjórn­­in skal atkvøða blankt. Tí var tað bara eitt politiskt bluff hjá Aks­e­­li V. Johannesen, sum í løtuni er fólk­a­tings­mað­ur ­fyri Sjúrð Skaale, tá hann í evr­o­pa­nevnd­ini í Fólka­ting­i­num fríggj­a­dag­in at­­kvøddi í móti at geva stjórnini hesa heim­ild. Saman við Aksel Jo­hann­e­sen at­kvøddu eisini bæði tey grøn­lendsku um­boðini ímóti.
Hevði stjórnin ikki fingið stuðul frá Vinstra, so hevði málið fallið í nevnd­­ini, og so mátti stjórnin biðið um nýggja heimild.

Men tað tykist rættiliga løgið, at Vinstri og Edmund Joensen nú brád­liga draga somu línu sum stjórnin. Edmund Jo­en­sen hevur ferð eftir ferð ver­ið eft­ir Sjúrði Skaale fyri at gera ov lítið og hart­að hann fyri at stuðla eini stjórn, sum vil boykotta Før­oyar.

Men vit kunnu ikki trúgva øll­um, sum Edmund Joensen – og journ­a­list­­ur­­in hjá honum á Christiansborg – siga, tí teir mótsiga sær sjálvum. Tann 13. jan­uar sendi Skriv­stov­an hjá Sam­bands­flokk­inum á Christ­i­ans­borg út eitt tíðindabræv, har kunn­gjørt varð, at øll andstøðan í Fólk­a­ting­i­num er ímóti, at ES vil revsa Før­oyar. Í sama viðfangi varð boð­að frá, at Sambandsflokkurin hevði gjørt semju við Vinstra, Kon­serv­­­a­tiva Fólkaflokkin, Liberalu Alli­ansu og Danska Fólkaflokkin um, at ES ikki skal seta revsitiltøk í verk í­­móti Føroyum.

Orð­arætt segði Edmund Jo­en­sen, at tað er at fegnast um, at flokka­r­nir halda saman í hesum máli, ið hev­­ur so stóran prinsipiellan og bú­skap­ar­lig­an týdn­ing fyri Føroyar.

Men hetta passaði als ikki. And­støð­an vil revsa Føroyar hart, meðan Vinstri er í parti við stjórnini, sum vil eina millumloysn. Tað sær veruliga út til, at á­virk­an­in hjá Sjúrði Skaale hevur havt úr­­s­lit. Eyðvitað hevur landsstýrið eis­ini gjørt sítt stóra arbeiði. Men tað tyk­ist heldur mót­fall­ið, tá ein fólk­­­a­­tings­maður skal nýta so nógva orku upp­á at seta hin fólkatingsmannin í ringt ljós.

Vís teg sum ein mann, Edmund. Tak saman hendur við hinum fólka­tings­mann­i­num til gagns fyri Før­oy­ar. Tá verður ikki neyðugt við sjálv­rósi!