Oddagrein· Sigur fyri børnini

Børnini í Føroyum vunnu ein stillan, men kortini stóran sigur í tinginum í gjár. Nú verður ikki longur loyvi at nýta likamliga revsing móti børnum, og er hetta í allar mátar í trá við tankarnar um manna- og barnarættindi, sum vit annars taka undir við á nógvum øðrum økjum.

Løgið kortini, at so nógv ár skuldu ganga, áðrenn vit fingu hetta forboðið sett í gildi. Hetta kemst kanska einamest av, at økið hevur verið partur av donskum málsøki og av lógini um foreldramyndugleika.

Tí neyvan munnu nógvir føroyingar vera so veikir, at teir nýta harðskap ella bara varisliga likamliga revsing í uppalingini. Fólk, sum nýta tílíkan uppalingarhátt eru ikki egnað at uppala børn og áttu at fingið sálarliga hjálp, so tey læra at stýra sær, snøgt sagt.

Vit eiga sjálvsagt at verja børnum móti foreldrum, sum nýta likamligan harðskap, eins og tað heldur ikki er loyvt at sláa djór ella vaksin fólk. Hugburðurin til børn er tíbetur broyttur nógv til tað betra seinastu mongu árini. Allar kanningar vísa, at børn taka skaða av niðrandi og eyðmýkjandi viðferð. Tílíkar miðaldarligar umstøður ynskja vit ikki at bjóða medborgarum okkara, sum í sjálvum sær eru ein veikari partur.

Vónandi er hetta bert eitt stig á leiðini í stríðinum at verja veikari minnilutar her á landi – vit kenna alt ov væl til eitt annað mál, sum er á skránni í løtuni. Hvat hevði tað ikki verið ein heiður og æra fyri hesa tjóð, um vit á øllum økjum kundu siga okkum vera tjóðin, sum verjir minnilutar. Tá kunnu vit av sonnum rópa okkum heimsborgarar.

Sosialurin