ODDAGREIN: Realitystjørna í Whale War

Heitið, sum danska Ekstra Bla­d­et brúk­ar um Paul Wat­son, »real­i­ty­stjørna«, er sera bein­rak­ið. Tað er júst tað, sum tað snýr seg um hjá hon­um, at verða kend­u­r, at tjena peng­ar og at sleppa at hó­reiggja sær á heim­sins høv­um sum ein ann­ar sjó­ræn­ari.

Men tað kost­ar peng­ar. Tað kost­ar peng­ar at hava marg­læt­is­skip í sigl­ing, tað kost­ar peng­ar at hava og reka eina tyrlu, tað kost­ar peng­ar at gjalda bøt­ur og loys­i­gjøld, tá skip­ini verða ­tik­in.

Men góð­varin fólk eru allastaðni. Summi gott nokk býtt­ari enn onn­ur, og man franska Brigitte Bardot bera prís­in.
Eitt er í øllum førum vist, at her­ferð­ir­nar hjá Wat­son og hans­ara fólk­um als einki hava við nátt­úr­u­vernd at gera. Og at mað­u­­r­in er ør­ur í høvd­i­num, tað var sjón fyri søgn á Fac­e­book hendan dagin, tá hann segði, at Andres Breivik, fekk hu­g­skot­ið til ill­gerð­ir­nar »frá slakt­ar­u­num í Føroyum«.
Her fór botnurin undan øllum, sum hev­ur við Paul Watson og hans­ara fel­ags­skap at gera. Sjálv­andi hava flestu okkara altíð havt størstu van­virðing fyri honum og hans­ara virk­semi, tá alt virksemið hans­ara er grundað á lygn og mani­pu­la­ti­ón.

Út­søgn hansara fellir sjálvandi okk­um fyri bróstið. Men tað er ein nógv størri vanvirðing av Noreg og norska fólkinum og lýsir, hvussu hann van­virð­ir menn­iskju í sorg.
Okkara trupulleiki er sum so ikki Paul Wat­son og hansara fólk. Men okk­ara trup­ul­leiki er, at tað eru – um enn ikki nógv, men so nøk­ur góð­var­in fólk, sum stuðla hesum virk­semi, sum kann vera skaðiligt fyri før­oysku tjóðina. Intentiónin er ó­rein og óerlig og at skaða grund­ar­lag­ið hjá føroysku tjóðini.

Okkara svar skal so bara vera upp­lýs­ing til um­heim­in. Her átti Utt­an­rík­is­ráð­ið at gingið á odda og fram­leitt svar­til­far, sum vit øll, hvør í okk­ara lag, kundu nýtt bæði pro­fess­i­ó­nelt og priv­at á Facebook og øðr­um miðlum.

Men øll í Føroyum – eis­ini djóra­­vernd­­ar fólk – eiga at duga at síggja, at til­tak­ið hjá Sea She­p­erd – eins og hjá Pete Betune og øðrum – als einki hev­­ur við hvørki um­hørvi ella djóra­­­vend at gera. Hetta er eitt stunt hjá reali­ty­stjørnum at skaffa pengar til egna marg­læt­is­virk­semi – og at kroysta eina lítla tjóð, tað ska­p­ar yv­ir­skriftir. At mis­brúka syrgj­andi norsku tjóði­na, tað skap­ar yv­ir­skrift­ir. At blíva á­lopin í Før­oy­um – ella hand­tikin, tað hevði skat yvir­skrifti.

Men latið real­i­ty­stjørn­una sigla sín egna sjógv í sín­um egna Whale Wars – utt­an før­oysk­ar lut­tak­arar á nakran hátt!