Samgongan hevur mist meirilutan, so skal hetta uppfatast sum ein fólkaatkvøða, soleiðis sum eitt nú formaður Tjóðveldisfloksins segði, so fall samgonguleiðin. Hinvegin gjørdist úrslitið somikið tepurt, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Sambandsflokkurin kunnu tosa um sigur til ein ávísan vong, hóast Sambandið kom væl betur burturúr valinum av teimum báðum mótpolunum.
Lykilin til semju eftir valið tykist liggja hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Hesir flokkar hava ikki útilokað samstarv við nakran flokk. Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin kunnu ikki samstarva, og tí má tað liggja á Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum at finna semjuna.
Røddir eru frammi um at samgongan átti at hildið fram, um Miðflokkurin kom uppí. Til tað er at siga, at útmeldingarnar frá Sjálvstýrisflokkinum ikki benda á, at hetta er nøkur sjálvfylgja. Um talan verður um 4 flokka samgongu, so er alt møguligt ? eisini ein borgarlig samgonga. Man hevur søguliga sæð sera ringar royndir av 4 flokka landstýrum, ið so at siga altíð skrædna ov tíðliga, og tí tykist ein 3 flokka samgonga við teimum stóru flokkunum mest sannlík.
Matematiskt sæð mugu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin verða í einari slíkari samgongu, tí Sambandið og Tjóðveldið sum kunnugt útiloka hvønn annan.
Spurningurin er so, hvør av teimum báðum víðgongdu flokkunum í ríkisrættarliga spurninginum blotnar mest. Tjóðveldisflokkurin satsaði alt uppá hetta valið og tosaði um fólkaatkvøðuna. Hana hava teir so nú tapt, og tí mugu teir geva seg, um nakar hugsingur skal verða um annað enn andstøðu. Hinvegin má Sambandið skeita til uppskotinni hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum á ríkisrættarliga økinum, um breiða semjan skal finnast.
Í hesari fasuni er viktugt, at eingin málar seg inn í ein krók og avskerir seg frá samgongumøguleikum. Polarnir mugu smelta í ríkisrættarligu støðuni, og ein breið semja má finnast. Løgmaður tosaði áðrenn valið um breiðu semjuna, og nú kann hetta gerast við Javnaðarflokkinum og einum øðrum flokki. Alternativið er ein smøl skirvislig 4 flokka samgonga við einum teprum meiruluta. Vónandi verður loysnin breið. Livst so spyrst.
Sosialurin