Oddagrein· Pedagogtrotið kundi verið væl minni

Í Føroyum er trot á pedagogum, verður sagt. Tað er eisini rætt, men ein partur av hesum troti er sjálvskaptur.

Ì Tórshavnar Kommunu búgva útvið 20 túsund fólk, og tað er har, at tørvurin á barnaansing er størstur. So skuldi ein trúð, at barnaansingin í Tórshavnar Kommunu var tann mest framkomna og effektiva í landinum. So er tíverri ikki. Í mun til fleiri aðrar kommunur, so megnar Tórshavnar Kommuna ikki at bjóða barnaansing í minni enn fulla tíð. Hetta merkir, at foreldur við einum avmarkaðum tørvi noyðast at fáa síni børn ansað í fulla tíð, um tey yvirhøvur skulu í kommunala ansing.

 

Tað høvdu verið nógv foreldur, sum høvdu tikið av, um kommunan kundi veitt barnaansing í hálva tíð ella bert nakrar ávísar dagar um vikuna. Hetta vita vit av royndum frá øðrum kommunum í Føroyum. Um Tórshavnar Kommuna fylgdi eftir, har aðrar kommunur hava slóðað, so hevði tað hækkað tænastustøðið yvirfyri borgarunum, frígivið pláss og harvið minkað um pedagogtørvin. Tað vildi verið ein bati fyri allar partar. Hóast hetta, so vil Tórshavnar Kommuna eftir øllum at døma ikki bjóða ansing í minni enn fulla tíð.

 

Ein kommuna eigur at gera tað, sum borgarin ynskir. Um borgarin vil hava barnaansing í minni enn fulla tíð, so eigur kommunan at levera.

 

Um kommunan heldur fast uppá prinsippið um bert at hava ansing í fulla tíð, so heldur hon pedagogtørvinum óneyðugani langt upp, og so er bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað fer at loysa seg betur hjá tí almenna at lata pengarnar til barnaansing at fylgja barninum, fyri at koma pedagogtørvinum til lívs.

 

Eitt er vist, og tað er, at um kostnaðurin fyri barnaansing – bæði tað beinleiðis gjaldið og tann parturin, sum verður fíggjaður yvir skattin - fer uppum eitt vist, so fer tað at loysa seg betur hjá foreldrum at arbeiða minni og sjálvi skipa ansing. Hetta verður eitt roknistykki, sum tað almenna má seta seg við, um kostnaðurin fyri ansing fer ov langt upp. Um barnansingin fer uppum eitt vist, so loysir tað seg betur hjá øllum pørtum, at foreldur vera heima at ansa sínum egnu børnum, og tað vildi verið eitt afturstig fyri foreldrini og eisini fyri føroyska búskapin.

 

Sosialurin