Tað má tí ásannast, at grund er til at taka hendan spurning upp, hóast spurningurin, kensluborin sum hann jú er, eftir okkara áskoðan ikki er væl hóskandi at gera av í einum valstríði. Hetta snýr seg jú, sum longu nevnt um eitt sera kensluborið og torført mál ? eitt mál, sum kann fáa sinnini upp á gos. Spurningurin um útlendingapolitikkin hevur givið ávísum flokkum í okkara grannalondum vind í seglini, og hevur hesin spurningur meira enn nakar annar borið borgarligu flokkarnar fram til valdið í Danmark.
Tað er umráðandi at orðaskiftið um útlendingapolitikkin ikki verður misnýtt í valstríðnum og tí er eins umráðandi, at orðaskiftið verður hildið á einum sakligum, siðiligum og mentaðum støði. Orðaskiftið í valsendingini var áhugavert og sakligt. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vilja, um enn við ymiskum miðlum, tátta reglurnar. Serstakliga hjá teimum báðum fyrru kom óttin fyri sosialum og mentanarligum trupulleikum til sjóndar. Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin høvdu eina meira fjølbroytta støðu. Hesir flokkar høvdu eitt meira etiskt og kristið støði undir teirra útlendingapolitikki. Javnaðarflokkurin vísti á, at útlendingar eiga ikki at kunna verða misnýttir sum løntrýstarar og vísti umboðið á, at ein loysn er at bøta um arbeiðs- og lønarviðurskiftini soleiðis, at føroyingar støðast í eitt nú flakavinnuni.
Allir flokkar vilja geva útlendingum við serligum førleikum, sum vit hava tørv á t.d. læknum og ítróttarfólki betri møguleikar at flyta til Føroya. Hetta er eitt praktiskt og vælskiljandi sjónarmið, men tað er eitt sindur dupultmoralskt. Hvat við øllum hinum t.d. politiskum flóttafólkum? Hava vit ikki somu ábyrgd sum onnur lond? Sleppa vit undan at taka okkara ábyrgd? Vit eru partur av altjóða samfelagnum og kunnu tí ikki skulka okkum undan tí ábyrgd, henda støða leggur á okkum. Skilagóða unga kvinnan, sum umboðaði Javnaðarflokkin í sendingini mikukvøldið, var einasta umboð, sum tordi at taka støðu til allan spurningin. Hon vísti ærliga og inniliga á, at vit mugu taka ábyrgd mótvegis okkara neyðstøddu medmenniskjum uttan mun til, hvørji hesi eru og hvaðan tey koma. Henda støða gevur kanska ikki flestar atkvøður, men hetta er sjálvsagt einasta sømiliga støða hjá demokratiskum flokki at hava.
Sosialurin