Oddagrein· Norðurkorea hóttir heimsfriðin

Norðurkorea hevur síðstu nátt framt eina kjarnorkuspreinging, hóast stórveldini og ST ferð eftir ferð hava heitt á landið um ikki at framleiða atomvápn. Fleiri eygleiðarar hava sagt, at heimurin ikki er hin sami eftir hesa hending. Tað er sjálvsagt nakað um hetta, tí spenningurin í júst hesum parti av Asia er stórur, og eitt kjarnorkuveldi afturat ger ikki spenningin minni. Hendingin er eitt stórt afturstig fyri heimsfriðin og fyri allar royndir at bøta um trygdina í Asia og í heiminum.

Tað, sum nógv spyrja um, er, hvussu tað ber til, at Norðurkorea, sum er fátækt og sera sera illa dámt, veruliga er sloppið so langt sum at framleiða og nú royndarspreingja kjarnorkuvápn. Orsøkirnar eru fleiri. Í ártíggju er landið vorðið avbyrgt og av USA lýst sum eitt sokallað búrkroppa- ella yvirgangsland. Norðurkorea, sum er eitt stalinistiskt diktatur, hevur roynat koma sær burtur úr avbyrgingini, men til fánýtis. Landið hevur borið seg soleiðis at, at stórveldini vestanfyri ikki hava havt álit á stjórnini har. Clintonstjórnin var tó komin heilt væl áleiðis við royndum at fáa kjarnorkuætlan Norðurkoreas burtur. Men so kom Bush-umsitingin til, sum broytti politikk og fór undir av øllum alvi at royna at fáa sjálvt stýrið hjá Kim Il Yong burturbeint. Tá hetta gjørdist norðurkoreanska einaræðisharranum greitt, setti hann enn meira ferð á kjarnorkuætlanina, sum so nú er vorðin veruleiki: Norðurkorea er vorðið kjarnorkuveldi, eitt land, sum storveldini nú eru noydd at rokna við og at ráðføra seg við framyvir.

Tað er greitt, at henda støða kemur USA, Kina, Japan og Ruslandi sera illa við. Politikkur teirra mótvegis Norðurkorea liggur í skeljum. So ósamd hesi lond annars eru, so hava tey tó verið samd um hetta eina: Norðurkorea má undir ongum umstøðum fáa kjarnorkuvápn. Men Norðurkorea hevur í dag ikki bara kjarnorkuvápn  landið hevur eisini tær rakettir, ið skulu til og kann Norðurkorea, um landið vil, røkka eitt nú Japan við kjarnorkuløðingum um einar tríggjar mánaðir ella so. Hetta er veruliga eitt afturstig fyri trygd og friðin í Asia og í øllum heiminum. Hvørki ST ella stórveldini hava megnað at forða hesi gongd, og tí verður sera trupult at koma til sættis um málið. Stórveldini tykjast ørkymlað og ráðaleys og av somu orsøk er tað heldur ikki nógv ST fær gjørt. Samantikið ein døpur søga.
Sosialurin