ODDAGREIN: Nú selja teir Kringvarpið

Landsstýrið hev­ur gjørt av, at vit ikki longur skulu hava al­menna stovn­in Kring­varp Før­oya, sum vit kenna hann.

Nú skal virksemið hjá Kringvarpi Før­oya privatiserast. Fólk­­ini í føst­um starvi skulu ikki longur kenna seg trygg, tí ar­­beiðs­pláss teirra skal tæg­ast sund­­ur. Tað skal partvíst priv­at­i­ser­­ast. Privatpersónar, á­­hug­­­a­fel­­øg og kapp­­ing­­a­r­neytar hjá Kring­varp­i­num sleppa nú at bjóða upp á virk­semi hjá stovninum.

Tað hevur landsstýrið avgjørt.

Bjørn Kalsø hevur fingið til upp­gávu at kanna, hvussu partar av virk­sem­i­num hjá Kringvarpi Før­oya kunnu privatiserast.
Og hví verður hetta gjørt?

Er tað fyri at vísa vælvild? Er tað fyri at styrkja public service stovn­in Kring­varp Føroya?

Svarið kann bara vera eitt sam­felt nei.

Vit kunnu tó siga, at um Kring­varp­ið hevði havt liv­að upp til sína skyldu, og um kring­varps­stýrið hevði liv­að upp til sína skyldu, so var stovn­ur­in helst ikki kom­in í hesa støðu, har hann hev­ur fingið bæði fólk­ið og pol­it­ik­ar­ar ímóti sær. Tí hava pol­it­ik­ar­ar­nir frítt spæl.

Vit vita, at serliga Mið­flokk­ur­in og Fólk­a­flokk­u­rin ynskja Kring­varp­ið har piparið grør. Hugs­anin er, at vit hava als ikki brúk fyri einum al­ment fíggjaðum kring­varpi.

So lagaliga løtan er nú. Fólka­flokk­urin hevur frítt spæl í Ting­a­nesi, og vil Fólkaflokkurin priv­at­i­se­ra Kringvarpið, so verður tað priv­at­is­er­að.

Kringvarpið er seinastu ár­ini far­in ov langt við at lata hand­ils­lig áhugamál sleppa fram at stovn­i­num. Tað hevur helst giv­ið landsstýrinum blóð upp á priv­at­i­ser­ings­tonna. Tí halda tey, at tað ikki er neyðugt, at Kringvarpið skal fíggj­­ast við kring­varps­gjaldi. Kringvarpið hevur ging­ið ov lætt um krøv­ini og treyt­ir­nar og lagt seg sker­fløt fyri at lata hand­ils­lig­ á­hug­a­mál­ fram at í Kring­varp­i­num – og farin langt, langt út um mark fyri, hvat ein public service støð kann tilláta sær. So­leið­is hev­ur leiðslan gingið á odda fyri at nið­ur­bróta kring­varp­ið sum tann ment­an­ar­beri, sum tað var.

Vit vita væl, at Kringvarpið ikki hev­ur bestu umstøðurnar. Men vit vita eisini, at tað ber væl til at gera út­varp og sjónvarp fyri so nógvar peng­ar, sum Kringvarpið hevur.
Fyri fólkaræði og fyri fjøl­miðl­ar­nar sum heild og fyri føroysku ment­an­ina sum heild, so skulu vit hava eitt trygt og gott alment pub­lic service kringvarp, sum er al­ment fíggjað og púra leyst av øllum hand­ils­ligum áhugamálum. Tá er stovn­urin tryggi bulurin undir fólk­a­ræð­i­num.

So heldur átti menta­mála­ráð­har­rin at ver­ið sína uppgávu vaks­in og syrgt fyri, at Kringvarpið røkti sínar public service skyldur leyst av øllum handilsligum á­hug­a­mál­um – og tryggja stovninum fíggjarliga grundarlagið so ella so.