ODDAGREIN: Mugu tora at taka avgerðir

Tað er einki minni enn eitt fólk­a­krav, at okkara fólkavaldu pol­it­ik­ar­ar á tingi nú fáa enda á áralanga komm­un­u­stríð­num. Løg­ting­ið má taka støðu til, hvussu nógvar komm­un­ur skulu vera í hesum land­i­num.

Vit plaga at siga, at Føroyar eru ikki meira enn ein hampulig gøta í Keyp­mann­a­havn. Tann myndin er slit­in og yv­ir­driv­in. Men bera vit kort­ini saman føroysk viðurskifti við donsk, so skuldu vit bara havt eina komm­unu í Føroyum. Tað hevði kanska verið ríkiligt, men valla er tað hugsandi.

Um vikuskiftið frætti­st, at semja nú er um at skipa land­ið í níggju komm­un­ur. Men tíðindini vóru ikki gomul á Portalinum, fyrr enn Fólk­a­flokk­ur­in kom við sínum kravi um fólka­atkvøðu.
Hjá onkrum hevur tað verið ein treyt, at um eldr­a­øk­ið skal flyt­ast út til komm­un­ur­nar at um­sita, so skal tal­an vera um fáar og sterkar komm­u­n­u­eind­ir. Og tað er eitt skilligt krav.

Eyðsæð er, at um allar komm­unur skulu hava fólka­at­kvøðu um málið, so endar alt í hurl­i­vasa. Tí vilja nakrar fáar smá­ar komm­unur ikki spæla við, so er spæl­ið spilt, og er tað rímuligt, at nøk­ur fá fólk í smáum kommunum skulu sleppa at gera av eina slíka komm­u­n­u­umskipan?

Tórshavnar Kommuna hevur sein­astu árini – og eftir at farið varð at tosa um komm­un­u­re­form mið­skeið­is í ní­ti­ár­u­num – lagt saman við fimm smærri kommunum. Tað er alt gjørt uttan fólka­atkvøðu í Tórs­havn­ar kommunu, og tað er valla nakar, sum hevur ilt av tí.

Men vit kunnu taka undir við Hans Paula Strøm, tá hann á Port­a­l­inum segði, at skulu kommunurnar leggj­ast saman og fáa fleiri málsøki at um­sita, so skal tað gerast ordi­ligt, tí annars skal tað als ikki ger­ast. Og tað sigur seg sjálvt, at komm­u­n­u­eind­ir­nar skulu vera stórar. Tær verða ikki eins stórar og Tórshavnar komm­una, men helst átti eingin at verið minni enn eitt nú Klaksvíkar ella Run­a­víkar kommuna.

Tað er eisini rætt, at vit mugu hava onkran form fyri út­javn­ing, um fíggjarliga tung øki verða løgd út til kommunurnar. Her eigur at verða hugt eftir skatt­­a­­skip­a­n­ini,­ sum ikki er eins rættvís fyri kommu­n­u­­skatt­in, sum lands­­skatt­in. Með­­an øll gjalda tað sama í komm­­un­u­skatti, so fær landið meira í skatti frá teim­um, sum vinna mest. Tann á­­góð­­an áttu komm­un­ur­nar á ein ella ann­an hátt at fingið á­góð­an av eisini.

Vit kunnu so bara vóna, at sam­­g­ongan - og andstøðan - nú fáa tikið seg saman og víst, at tey kunnu taka avgerðir. Og tað skal vera ein av­gerð, sum ikki verður tveitt út til borg­ar­ar­nar at taka fyri tingfólk, sum ikki tora sjálvi.

Hetta er tann einfalda skyldan, sum løg­tings­fólk hava: At taka stór­ar av­gerðir!