Serstakliga nú vit ganga eini nýggjari avbjóðing og tíð á møti við oljuvinnuni er hetta sera umráðandi. Tó so ? at henda gransking undir øllum umstøðum er av stórum týdningi við ella uttan olju. Men nýggja avbjóðingin ger so, at vit eiga at rakna við og taka granskingina í størri álvara. Hon skal vera við til at skapa tað grundarlagið, ið okkum tørvar fyri at kunna taka støðu og velja, hvønn útvikling vit ynskja í hesum samfelagnum.
Í hesum sambandi er umráðandi at fáa neyðugu midlarnar til slíka gransking, tvs. pengar og fólk, sum so aftur skulu til at útvega upplýsingar og data til at kunna gera ymsar verkætlanir út frá. Tað er skyldan hjá einum samfelag at kenna sínar egnu fortreytir og at verða fyrireikað til framtíðina. Tað kann eitt nú samfelagsgranskingin verða við til at stuðla undir. Og tað eigur eisini at vera okkara egna uppgáva at seta út í kortið. Men hetta eigur eisini at verða gjørd í tøttum samstarvi við serkøn fólk aðrastaðni frá, ið hava nógvar royndir og vitan at geva okkum. Eingin sigur, at djúpi borðiskurin skal uppfinnast av nýggjum.
Tað hevur verið funnist at, hví ikki pengar frá oljufeløgunum eisini kunnu gagna okkara mentan. At tað ikki kann vera rætt at brúka teir pengar, sum feløgini lata fyri at hava fingið leitiloyvi her, bara fara til førleikamenning innan oljuvinnuna. Hetta meta fleiri kundi verið gjørt nógv breiðari, soleiðis at tað ikki bara snýr seg um at førleikamenna eina vinnu, men heldur um at førleikamenna eitt heilt samfelag.
Vit eiga sjálvandi at læra av royndum, og har vit møguliga hava verið í so einsrættað, eiga vit at fáa ein víðari sjónarring. Tað vildi tí verið rætt at umhugsað at sett á stovn ein grunn við pengum frá bæði oljufeløgum og landskassa, sum umframt at førleika vinnuna eisini hevur til endamáls at stimbra mentanina og her kanska ikki minst samfelagsvísindaligu granskingina. Til at umsita hann kundu verið umboð fyri nøkur av stýrunum, oljufeløgini o.o. Hvussu stóran týdning samfelagsvísindaliga granskingin hevur kemur væl til sjóndar í umrøddu samrøðu í blaðnum. Latið okkum brúka hana sum grundarlag fyri einum uppbyggjandi orðaskifti næstu tíðina og ikki til at sláa hvønn annan í høvdið við.
Sosialurin