Serstakliga er tað formaðurin í Javnaðarflokkinum, ið kennir seg ikki sørt sviknan av løgmanni, nú hesin so oftani hevur tosað um eina samgongu við teimum gomlu samgonguflokkunum og so Javnaðarflokkinum. Hetta var so eisini tann samgongan, ið løgmaður meldaði út sum skilabesta møguleikan eftir fundin innanhýsis í flokki sínum. Hann helt ikki, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin lógu longur frá hvørjum øðrum, enn at hann vildi royna seg sum semingsmann. Tað var bara spurningurin um at fáa nakrar orðingar uppá pláss um løgregluna og rættarskipan. So var tann samgongan heima. Ja so einfalt og lætt ljóðaði hetta frá løgmanni.
Men veruleikin skuldi so vísa seg at verða ein heilt annar. Tí eftir øllum at døma ynskti løgmaður ikki eina breiða samgongu meta vit út frá tí , ið veruliga hendi. Løgmaður gjørdi so gott sum einki fyri at royna seg sum semingsmann í hesum førinum men fór heldur eftir Miðflokkinum, nakað, sum hann møguliga alla tíðina hevur havt í kvittanum. Fyrst at fyrigykla Føroya fólki, at hann virkuliga vildi hava eina breiða samgongu fyri síðani at seta í verk eina ætlan, sum bara hevur ligið og bíðað, nevniliga ta smølu samgonguna saman við Jenisi.
Nú vita vit sjálvandi ikki, hvat er fyrigingið innan fyri múrarnar á Gamla Apoteki ella innanhýsis í Fólkaflokkinum. Men vitandi, at løgmaður hevur sitið og situr við allari maktini bæði í flokki sínum og í Tinganesi, so er greitt, at tað í síðsta enda er løgmaður sjálvur, sum einsamallur ? suverent ? ger av, hvønn hann vil hava í samgongu.
Tá hugsað verður um tær positivu útmeldingarnar frá løgmanni um eina samgongu, har Javnaðarflokkurin er við, standa mong í dag spyrjandi, hví sami maður nettupp var tann, sum forðaði fyri, at Javnaðarflokkurin kom við í eina samgongu. Hetta eftir at hava brúkt hann sum jarnbrot móti Tjóðveldinum og eftir at hava adopterað stóran part av sjálvstýrispolitikkinum hjá nettupp Javnaðarflokkinum ella at hava lagt seg á somu linju sum hann. Fólkaflokkurin tóktist vilja brúka Javnaðarflokkin í samgongutelvingini til at gera Tjóðveldisflokkin meira moyran og at vilja reka ein meira hóvligan sjálvstýrispolitikk. Tá hetta var komið uppá pláss var ikki longur brúk fyri Javnaðarflokkinum. Og løgmaður fór eftir tí bíðandi Jenisi, tí við honum kundi hann sjálvur varðveita mest møguligt vald í Tinganesi. Soleiðis gekk kabalan hjá løgmanni upp enn einaferð. Lítið sømuligt fyri ein løgmann. Eftir stendur tó eisini tann ósvaraði spurningurin um tað eisini var Tjóðveldið, sum kravdi av løgmanni, at Javnaðarflokkurin av persónligum orsøkum skuldi haldast uttanfyri. Og um so var, hvat noyddi løgmann at gera eftir teimum boðunum! Kanska eftirtíðin fer at kenna tað svarið. Í hvussu er kunnu vit staðfesta, at her varð ikki spælt við ærligum kortum og enn minni orðum.
Sosialurin