Vit á Sosialinum hava í mong ár arbeitt við at talgilda savnið av okkara bløðum soleiðis, at almenningurin fær lættari atgongd. Men hetta er eitt so kostnaðarmikið arbeiði fyri okkum, at tað illa gerst á handilsligum grundarlag. Tó hava vit longu eitt stórt talgilt savn av Sosialinum, sum fevnir um 3.693 tær seinastu útgávurnar av blaðnum – og røkkur aftur til september í 1997. Hetta er tað tilfarið, sum sæst á www.sosialurin.fo
Eisini hava vit eina útgávu av Sosialinum sum e-blað, sum kann lesast á www.sos.fo. Har ber til at lesa blaðið í eini flash-útgávu, har tú sært blaðið júst sum tað sær út í prentaðu útgávuni. Har ber eisini til at leita í savninum upp á orð í tekstinum. Vit hava alt tilfarið tókt frá 1. januar 2000 og fram til dagsins blað, tó at alt ikki er lagt í skipanina enn. Men tað sum vit kundu hugsað okkum var at lagt øll bløðini frá 24. mai í 1927 og fram til 31. desember í 1999 í skipanina eisini.
Her er tað, at Føroya Landsbókasavn er við í myndini, so sum útvarpið hjá Kringvarpinum vísti á um vikuskiftið. Har verður arbeitt við eini verkætlan, sum snýr seg um at skanna øll tey føroysku bløðini og leggja tey í eina slíka skipan, sum verður algongd hjá øllum á netinum.
Vit í Miðlahúsinum stuðla hesi verkætlan av fullum hjarta, tí hetta hevur altstóran týdning – ikki minst fyri skúlar og fyri gransking í samtíðarsøgu, sum annars má gerast við at blaða í mikrofilmum á Landsbókasavninum.
Verkætlanin hjá Landsbókasavninum kostar 800.000 krónur. Men hendan verkætlan er havnað í Mentamálaráðnum.
Tað er einki nýtt, at fjølmiðlarnir ongan góðan eiga í politisku skipanini. Tey kunnu skylda upp á altjóða fíggjarkreppu ella borgarliga ekstremismu. Men vit hava sæð tað sjón fyri søgn nú í nógv ár, at politikarar als ikki virða fjølmiðlarnar. Og tá er tað líka mikið, um tað er Tjóðveldi, Javnaðarflokkur, Fólkaflokkur ella Sambandsflokkur, sum eigur Mentamálaráðið. Øll eru líka kørg, tá tað snýr seg um privatu miðlarnar. 
Fyri at skapa frið eina løtu varð ein kommisjón sett, sum í fjør kom við einum áliti, sum als ikki kundi brúkast, og sum bara hevði til endamáls at draga pínuna hjá serliga privatu fjølmiðlunum út.
Útlitini í hesum aktuella málið at fáa samtíðarsøguna úr bløðunum algongda fyri øll á netinum eru ikki góð, um Mentamálaráðið ræður. Men okkara lutur skal ikki liggja eftir.










