Oddagrein· Miðlapallarnir eru nógvir

Vit eru á veg inn í adventina. Tíðarskeiðið frá nú av og fram til jóla er serligt, og tað verður markerað á so mangan hátt, at nú eru jólini í hondum.

Sosialurin er gamal í garði. Hetta blaðið verður borið í hvørt hús. Tað er ikki fyrsta ferðin, at hetta verður gjørt upp undir fyrsta sunnudag í adventini. Men tá ið vit líta okkum aftur um bak og taka ”bestikk at situatiónini”, so mugu vit bara staðfesta, at tað er ikki tann sami Sosialurin, sum hesa ferð hyggur inn á gólvið hjá lesarunum upp undir jól, sum tað áður hevur verið.

 

Inntil fyri ikki so mongum árum síðani var Sosialurin í gásareygum bara blaðið. Nú er blaðið partur av Miðlahúsinum. Saman við blaðnum hoyra Portalurin við Sportali og Planet, Rás 2 útvarpsstøðin og aðrir pallar, sum eru í mening.

 

Avbjóðingin er ógvuliga stór, men vit knarra ikki. Hetta er spennandi, og vit halda eisini, at tað er mennandi. Takið er ikki bara at varðveita dygdina. Um talan ikki er um framburð, so er talan um stagnatión, og tað er bara eitt annað orð fyri afturgongd.

 

Vandi er í hvørjari vælferð. Hjá okkum er ein av størstu avbjóðingunum at arbeiða fram ímóti, at ymsu pallarnir lyfta og stuðla uppundir hvønn annan. Vit eru fullgreið yvir vandan, sum er, at í staðin fyri at stuðla og lyfta hvønn annan, so kann blaðið liggja undir fyri, at starvsfólkini umframt Sosialin eisini hava útvarpsstøðina, Portalin, Sportalin og Planetina at røkja.

 

Tað ræður um at finna røttu javnvágina soleiðis, at blaðið er útvarpsstøðini og Portalinum at gagni og so fram vegis. Venjingin er at finna fram til, hvar henda javnvágin er at finna. Hesum arbeiða vit støðugt við. Tað snýr seg um at venja ella innprenta tilvitanina um hetta í starvsfólkini, og tað tekur tíð.

 

Men hetta er hugaligt. Ikki minst tá ið talan er um starvsfólk sum tey, ið arbeiða í Miðlahúsinum. Talan er um eldsálir, og tað er gott grundarlag at arbeiða út frá.

 

Í miðlum av tí slagnum, sum vit arbeiða við, er ein av høvuðsfyritreytunum fyri, at tað skal loysa seg og harvið bera møguleikar fyri menning við sær, at tað er gott samband millum viðskiftafólkini og fyritøkuna. Tað leggja vit stóran dent á, at tað er, og royndirnar nógvu tey seinastu árini hava víst, at hetta hevur eydnast.

 

Í dag liggur kalendarin til afturvendandi og vælumtóktu jólakappingina inni í blaðnum. Vit ynskja tykkum øllum góða eydnu við kappingini og eina góða advent, saman við Sosialinum og hinum miðlapallunum, sum vit standa á.

 

Sosialurin