Oddagrein· Miðlahúsið í Vágsbotni ? ein nýggj byrjan

Fríggjadagurin 8. apríl verður ein merkisdagur í 79 ára gomlu søguni hjá Sosialinum. Aftaná nærum 25 ár á Argjum verður flutt heimaftur til Havnar. Frá hesum degi er nýggja adressan hjá blaðnum forkunnuga gøtunavnið Tórsgøta 1, 100 Tórshavn.

Talan verður um rættiliga kollvelting, nú gamli bygningurin hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni er umbygdur til blað- og miðlahús. Stóru og snotuligu hølini eru innrættað at hýsa øllum virkseminum hjá blaðnum. Her verður fyrst og fremst talan um at halda fram við og menna framleiðsluna av sjálvari kjarn uvøruni, blaðnum. Umstøðurnar til at gera blaðið verða munandi betri og vónandi fer hetta eisini at síggjast aftur í blaðnum í framtíðini. Haraftrat eru eisini góðar umstøður til at menna útgávuna av øðrum miðlavirksemi so sum internet- og loftmiðlatænastum.

At koma líkst inn í sjálva hjartarótina í høvuðsstaðnum og Føroyum og til eini hús, har arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, skuldi givið starvsfólkinum sera góðar møguleikar at halda fram við sínum arbeiði og vónandi eisini at gera blaðið uppaftur betri. Beligginheitin er í sær sjálvum so mikið góð og sentral, at okkurt skilagott átti at komið burtur úr hesi broyting. At liggja beint upp at bæði løgtingi og landsstýri, býráði og mongum øðrum stovnum og fyritøkum skapar sjálvandi heilt nýggjar og øðrvísi møguleikar, hóast nýggja tøknin hevur gjørt alt landið til eitt nærumhvørvi.

Vit á blaðnum fegnast um hesa nýggju og spennandi avbjóðing og kunnu eisini gleðast um, at vit hava verið so heppin at fáa atgongd til henda byging og hetta søguliga og sentrala stað. Men fyri tað at vit nú gerast ein náttúrligur partur av Havnini, merkir tað ikki, at Sosialurin verður eitt Havnarblað. Betraðu umstøðurnar skulu tvørturímóti geva okkum møguleika at menna virksemi okkara úti kring alt landið. Í hesum sambandi fara vit eisini at menna "rullandi redaktiónina" tvs. at vit ætla og ynskja at vera uppaftur meira sjónlig í gerandisdegnum kring landið alt.

At vit nú fáa meiri pláss og koma at liggja meira sentralt letur so eisini dyrnar upp til annað tilknýtt virksemi. Í hesum sambandi er ætlanin at brúka part av miðlahúsinum til ymiskt virksemi um kvøldarnar og í vikuskiftinum. Her verður m.a. hugsað um mentanarlig tiltøk og kjakfundir av ymsum slag, fyrilestrar og framsýningar, hvørs tiltøk síðani verða endurspeglað á teimum mongu miðlapallunum tvs. í blaðnum, á internetinum og í loftmiðlum. Ein miðvís ætlan við broytingunum er tí konvergensur og synergiir; nevniliga hvussu ymsu miðlapallarnir kunnu samvirka sínamillum og saman við tí virksemi, sum fer at vera í húsunum og kring landið.

Hóast nærum 80 ár gamalt, so meta vit hesa stóru hending, har flutt verður í miðbýin, sum eina nýggja byrjan. Eitt eru føgur orð og stásilig høli. Tey eru sjálvandi ikki nóg mikið í sær sjálvnum. Men týdningarmikið er at hava eina stevnu og ein karm. Tað eru hesi bæði ? stevnuna og karmin - vit skulu til at fáa lív í og fylla út.

Sosialurin vónar við hesum at kunnu gerast ein týðandi og positivur partur av øllum virkseminum í høvuðsstaðnum , og at vit kunnu gerast ein góður granni hjá teimum, sum longu húsast har og ikki minst hjá teimum, sum koma í Vágsbotn. Fríggjadagin 15. apríl frá kl. 15 til 17 verður almenna móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Øll skulu vera so hjartaliga vælkomin til hesa nýggju og spennandi byrjan.

Sosialurin