At fáa innivist á slíkum stað er eisini ein stór avbjóðing. Tað gevur møguleikar men setir eisini krøv. Tað er ikki nóg mikið bara við eini so forkunnugari adressu sum Tórsgøta 1. Skal nøkur livandi vera síggjast aftur í hesum góða umhvørvinum, og tað skal tað, so má eisini kjøt og blóð til. Tvs. at hølini umframt at hýsa dagliga blaðvirkseminum eisini kunnu gerast partur av gerandisdegnum hjá fólki flest. Vit hava tí latið dyrnar upp fyri nógvum ymsum tiltøkum. Her er Trapputingið so vorðið sjálvur hornasteinurin ella katalysatorurin - eitt demokratiskt forum, har lagt verður upp til orðaskifti um mongu av dagsins málum. Men hurðarnar eru eisini latnar upp fyri eitt nú mennandi tónleikalívinum her á landi.
Vit halda tað vera bæði rætt og rímuligt, at eitt miðlahús eisini er opið fyri almenninginum, og at tað roynir at geva sítt íkast til at skapa kjak og til at menna ymsu listagreinarnar í samfelagnum, tí í flestu førunum hava hesi tiltøk tilknýti til júst tað virksemi, sum eitt Miðlahús annars heilt náttúliga umboðar. Okkara vón er at kunna menna hetta konseptið, soleiðis at tiltøk í húsunum fara at síggjast aftur á ymsu miðlapallunum tað veri seg blað, interneti og øðrum pallum við.
Enn er stutt frálíðið, síðani Sosialurin flutti inn í Vágsbotni og her setti skjøtil á hetta fyrsta veruliga føroyska miðlahúsið. Tað tekur tíð at menna slíkt konsept, men har vilji og hugflog eru til steðar, har ber eisini til at røkka langt. Tað skal vera okkara vón, at áhugafeløg oo. fara at gera brúk av hesum møguleikanum at byggja brýr millum tey og samfelagið annars á hesum miðlahúspallinum. Seinasta tiltakið í húsunum var í sambandi við altjóða sálarheilsudagin og var evnið happing. Hetta er nakað, sum fjølmiðlarnir eiga at seta fokus á, og tað hendi eisini undan og eftir tiltakið í Miðlahúsinum. Tað er so heldur ikki ókent í okkara grannalondum, at teir stóru fjølmiðlarnir og miðlahúsini lata dyrnar upp og skipa fyri kjakfundum oø. tiltøkum. Eitt nú er hetta nærum gerandishending á danska blaðnum Politikken, sum troytir sera góðu plasering sína á Ráðhúsplássinum til slík tiltøk. Og harvið er við til at menna orðaskiftið og upplýsing.
Í vikuskiftinum verða tvey tiltøk í Miðlahúsinum. Fríggjadagin verður bókaframløga, tá Jústinus Eidesgaard, rithøvundi fer at leggja fram nýggju bók sína KAJ2. Leygardagin fer tónleikabólkurin Paradox at hava útgávukonsert. Fleiri spennandi og mennandi tiltøk verða restina av árinum eins og vit eru við til at leggja eina sera áhugaverda skrá fyri komandi ár. Á hugað kunnu venda sær til okkara við fyrispurningum og ynskjum.
Sosialurin