Oddagrein· MBF 25 ár í dag

Í dag sjálvan ST dagin verður Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF, 25 ár og dagurin verður, sum vera man hátíðarhildin. MBF hevur veruliga orsøk til at hátíðarhalda dagin, tí MBF hebur havt ómetaliga stóran týdning í føroyska samfelagnum. Um árskiftið í fjør settu lesarar okakra jaligt fokus á MBF við at kjósa forkvinnuna í MBF til ársins kvinnu. MBF er eitt meginfelag, ið fevnir um 25 limafelag. MBF er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga og hevur MBF til endamáls, at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum, hjá teimum, ið bera brek. MBF arbeiðir fyri líkarætti og hevur í hesum høpi í ár sett varpað ljós á atkomuleika til almennar bygningar. Sum lesararnir munnu gita, so er støðan syndarlig.

MBF hevur leingi gjørt vart við, at grundarlagið undir øllum handikapparbeiði og treytin fyri einum góðum samfelag er, at øll meniskju hava sama virði. Eitt samfelag hevur ábyrgd, av øllum borgarum. Myndugleikarnir hava økisábyrgd (sektoransvarlighed), har mál verða viðgjørd á røttum staði. Fólk, ið bera brek, ynskja ikki frammíhjárættindi, men somu møguleikar sum øll onnur. Saman við limafeløgum sínum, og øðrum felagsskapum, arbeiðir MBF fyri at vísa á, og loysa samfelagsligu trupulleikarnar hjá brekaðum. MBF krevur líkarætt uttan mun til førleika. Vit krevja, at fólk, ið bera brek, ella avvarðandi teirra, eru við í øllum avgerðum, sum viðvíkja teimum. Hetta eru so sjálvsøgd krøv í einum nútímasn fólkaræði, at tað átti næstan ikki at verið neyðugt at sett tey fram.
Samanhald og solidaritetur eru sjálvsøgd virði hjá meginfelagi sum MBF. Víst verður á, at øll menniskju hava tørv á felagsskapi, Tí skal samfelagið vera lagað soleiðis, at øll hava møguleika at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum. Solidaritetur er áhugin fyri tí einstaka borgaranum og viljin at arbeiða fyri rættvísi og líkarætti. Við at bøta um samfelagið eru vit við til at bøta um umstøðurnar hjá tí einstaka. Eisini spurningurin um fólkaræði hevur av góðum grundum felagsins stóra áhuga. Felagið sigur, at í demokratiskum samfelag eiga øll menniskju at hava møguleika at fremja sínar hugsjónir og síni sjónarmið. Har fólk, ið bera brek, ikki hava møguleikan at gera seg galdandi eins og onnur, er fólkaræðið ikki til staðar. Fólk, ið bera brek, krevja, at samfelagið verður ment soleiðis, at øll kunnu taka lut. Tað er ein sjálvfylgja, at fólk, ið bera brek, eru við í menningini av samfelagnum. MBF hevur megnað, at flyta samfelagið ein góðan tein tann rætta vegin. Men enn er drúgvt á mál og vit ynskja tí felgnum, leiðsluni og øllum limafeløgunum góða eydna við teirra týdningarmikla virksemi.
Sosialurin