Samgonguflokkarnir eru slíkir lyftisbrótarar. Teir góvu fleiri lyfti, sum veljarin lønti aftur við politiskum valdi. Serliga Javnaðarflokkurin fekk framgongd, eisini Framsókn.
Men lítið bendir á, at hesir flokkar megna at telja upp í 17 eftir næsta val, soleiðis sum teir arrogant svíkja sínar veljarar við at ganga beint ímóti givnum vallyftum. Tann seinasti var Javnaðarflokkurin, sum fríggjadagin í Løgtingsins uttanlandsnevnd mælti til, at landsstýrið aftur fer undir samráðingar við stjórnina hjá Vlademir Putin um nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland. Áður hava Ruth Vang og Høgni Hoydal og Framsókn og Tjóðveldi svikið síni vallyfti. Løgmaður sigur, at hann má bara staðfesta, at tað er ikki meiriluti í Løgtinginum fyri at slíta samstarvið við Russland. Jamen tað var tað sum allir samgonguflokkarnir fóru til val uppá! Ella var hetta kanska bara eitt stórt bluffnummar? Tá eitt valevni hjá Tjóðveldi skrivaði eitt lesarabræv undan valinum um at halda fram við samstarvinum við Russland, so broyttist alt. Fyrst Tjóðveldi, so Framsókn og nú Javnaðarflokkurin.
Hvussu við øllum øðrum vallyftum? Hvussu við styttu arbeiðsvikuni? Skal hon leggjast til viks, tí at »meiriluti ikki er í Løgtinginum«? Og hvussu yvirskotinum á fíggjarlógini? Undanfarna samonga varð mangan speirikin við, at hon ikki megnaði yvirskot á fíggjarlógini, sum samgongan undan henni. Og hvussu er skilið nú? Hall oman á hall og hall í fleiri ár sambært Búskaparráðnum. Og kortini verður ríkisveitingin úr Danmark niðurlagað 250 milliónir soleiðis at skúlar skulu spara og lærarar sigast úr starvi, almennar veitingar skerjast o. a. m. Tann gamla »plenuklipparametodan«verður brúkt, har skorið verður javnt yvir tað heila í staðin fyri at finna nýggjar inntøkur fyri skerdu ríkisveitingina.
Og so skal pensjónaldurin hækkast munandi skjótari enn planlagt fyri øll uttan politikararnar, sjálvandi. Og tað varð kunngjørt dagin fyri tíðindafundin um Suðuroyartunnilin, sum við garanti verður samtyktur við eini upphædd, sum Løgtingið er vælvitandi um ikki fer at halda – sum Glasir, sum H-bygningurin og so framvegis.
Vit kunnu vera ósamd. Men beinleiðis at siga ósatt fyri veljaranum, at halda veljaran fyri gjøldur – fyri ikki at siga at lúgva fyri veljaranum, tað verður tú revsaður fyri. Tey fara at sanna í samgonguflokkunum, at lyftisbrot er álitisbrot, sum er ringt at rætta.