Kring heimin tók mótstøða seg upp móti høgravenda hernaðarstýrinum hjá Pinochet. Tó at civilfólk í túsundatali hvurvu og vórðu tikin av døgum vórðu tað kortini politikarar, ið stuðlaðu drápsmanninum Pinochet í greinum og røðum. Teirra millum vóru Ronald Reagan í USA, Margareth Thatcher í Onglandi, Ariel Sharon í Ísrael og Óli Breckmann í Føroyum. Nú prógv verða løgd á borðið, sum vísa, at hesi fólk hava bygt síni úttalilsi og sín politikk á eina lygn og hava úttalað seg ímóti Alliende og stýri hansara á fullkomiliga skeivum grundarlag, má roknast við, at tey fara at taka orðini í seg aftur og koma við almennum umberingum.
Tað hevði so verið eitt hóskandi høvi hjá formanni Fólkafloksins, Óla Breckmann, ið hevur verið við í hesum harkaliði av viðgongdum høgrapolitikarum, at komið við eini umbering á landsfundi floksins hetta vikuskiftið. Eitt sindur av sjálvrannsakan hevði avgjørt styrkt trúvirðið hansara og virðingina fyri formanssessi Fólkafloksins.
Almannakunngerðingin av skjølum í USA frá mannarættindabrotum og tilsíðusetan av øllum grundleggandi demokratiskum rættindum í Chile kundi hóskandi verið partur av landsfundarskrá Fólkafloksins, nú nettupp formaður floksins bæði á tingi, á fólkatingi, í miðlunum hevur brúkt so nógva orku til einvíst at fordøma Alliende og at taka undir við Pinochet. Kanska eru vit ov naiv at halda, at formaðurin av sínum eintingum fer at koma við slíkari umbering. Men man tað ikki fara at koma sum eitt krav frá teimum mongu skilagóðu og siðiligu fólkafloksfólkunum á landsfundinum, at formaður teirra kemur við eini umbering til alt Føroya fólk fyri at hava mistikið seg, tá hann skrivaði: "Tað var í tøkum tíma, at Alliende fekk sekkin". Nú er so staðfest av amerikanarum sjálvum, at teir stóðu aftanfyri blóðugu beistagerðina, og sum formaður Fólkafloksins nú sjálvandi fer at taka avstand frá sum tann demokratur hann er.
Sosialurin










