Oddagrein· Leiðslukreppa

Orrustan í Tjóðveldisflokkinum hevur elvt til undran og spekulatión í politiska umhvørvinum. Sum kunnugt hevur formaður floksins, Høgni Hoydal, verið fyri hvøssum álopum frá fráfarna næstformanni floksins, Torbjørn Jacobsen. Orðadrátturin millum næstformann og formann hevur verið harður. Stríðið er nú komið so langt út, at Høgni Hoydal tykist at vera farin at umhugsa rættarmál móti flokksins enfant terrible, Torbjørn Jacobsen. Torbjørn, ið altið hevur havt mót og manshjarta til at ganga sínar egnu leiðir uttan mun til parolur og flokksboð frá formanninum, er týðuliga púra óávirkaður av hesi hóttan.

Skal verða gingið eftir innihaldinum í ósemjuni, snýr hon seg um, hvørt formaðurin hevur sagt ósatt um familjurættarligu lógirnar, ið vóru til viðgerðar í undanfarnu samgongu. Her stendur orð ímóti orði. Hóast formaðurin hevur fingið hjálp frá sínum gamla aðalstjóra í Tinganesi, tykist tað, sum ikki alt er komið fram í hesum máli. Tað er í sjálvum sær ivasamt, at ein av landsins hægstu embætismonnum leggur seg út í eitt innanhýsis flokksstríð. Hetta so mikið meira sum, at Torbjørn Jacobsen heldur fast um sín pástand, hóast aðalstjórin í innlendismálaráðnum (fyrr løgmálaráðnum) er komin tí kroysta flokksformanninum til hjálpar. Tað er tí nógv, sum bendir á, at Torbjørn hevur grein í sínum máli, og tað er pínligt fyri aðalstjóra so væl sum fyri formann Tjóðveldisflokksins.

Tað eru mong, sum spyrja, um hetta stríðið nú bara snýr seg um, hvør, ið hevur rætt í spurninginum um framløguna av familjurættarmálunum. Nógv bendir á, at hetta stríðið snýr seg um annað og meira. Spurningurin er, um ikki stríðið er eitt tekin um eina álvarsama og djúpa leiðslukreppu í Tjóðveldisflokkinum. Tað er einki at taka seg aftur í, at Høgni Hoydal hevur verið ein gløggur, íðin, dugnaligur og dynamiskur flokksleiðari. Hann hevur fastatøkur á flokkinum og hevur við harðari hond útmanererað alla andstøðu innnanflokks (ta gomlu garduna við Signari, Finnboga og teirra stuðlum á odda). Men so brast millum Torbjørn og formannin. Tað tykist samstundis rættiliga greitt, at alt fleiri tjóðveldisfólk hava ilt við at góðtaka leiðslustíl Høgna. Tjóðveldisflokkurin er ein rættiliga afturlatin flokkur, og tí hevur almenningurin uttan fyri umhvørvið kring formannin lítið innlit í tað, sum fer fram í flokkinum.

Uttan á nakran hátt at illtonkja formann og hansara næsta leiðsluumhvørvi, kundi ymisk bent á, at her er eitt demokratiskt undirskot í Tjóðveldisflokkinum. Hetta kann kanska við ávísum rætti sigast um allar føroyskar flokkar. Tað eru sum oftast formenninir, sum ráða fyri borgum innanflokka. Her er sostatt talan um ein generellan føroyska trupulleika. Hinvegin tykist trupulleikin í løtuni at vera størri enn vanligt er. Øðrvísi kann orðadrátturin millum Torbjørn og Høgna valla tulkast. Henda ósemja snýr seg ivaleyst meira um formansins dagliga atburð og stíl sum heild enn um eitt ávist politiskt trætumál. Formaðurin hevur ein trupulleika, og tá formaðurin hevur ein trupulleika, so hevur flokkurin ein trupulleika. Hetta má koma flokkinum illa við, tí heili tvey val standa fyri durum. Tískil man formaðurin ivaleyst vera til reiðar at fara langt til tess at bøta um viðurskiftini við Torbjørn Jacobsen og aðrar misnøgdar flokkslimir.
Sosialurin