Oddagrein· Latið meiniga føroyinginum seinasta triðingin

Nógvur rumbul hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á Føroya Bankasøluni. Men er sølan farin fram nógv øðrvísi enn Løgtingið samtykti 2. mai í fjør, soleiðis sum fleiri tinglimir nú geva okkum fatan av?

Løgtingssamtyktin sigur heilt greitt, at Føroya Banki skal skrásetast á Virðisbrævamarknaði Føroya, og at ein partur skal seljast bólki ella bólkum av fíggjarligum íleggjarum og restin privatum íleggjarum. Er tað ikki júst hetta, ið er hent, nú ein partur er seldur bólki ella bólkum av fíggjarligum íleggjarum og restin er seld privatum íleggjarum.

 

Vit mugu bara geva formannininum í Fíggingargrunninum rætt, tá hann sigur, at Fíggingargrunnurin hevur hildið seg til tann leistin, sum Løgtingið hevur skorið.

 

Í viðmerkingunum til Løgtingssamtyktina stendur eisini, at Fíggingargrunnurin skal úttvega sær fíggjarliga ráðgeving í samband við søluna. Er tað ikki eisini júst hetta Fíggingargrunnurin hevur gjørt, tá ið hann hevur fingið altjóða góðkenda Svenska Handilsbankan sum ráðgeva! Við teimum altjóða royndunum Svenski Handilsbankin hevur innan økið, hava teir staðið fyri tí sokallaða søluprospektinum. Her stóð m.a., at av teimum tveimum triðingunum, sum vóru til sølu, fingu føroyskir fíggjarligir íleggjarar tillutað 40%, útlendskir fingu eisini tillutað 40%, og allir privatir vórðu koyrdir í ein bólk og fingu tillutað 20%.

 

Svenski Handilsbankin átti at havt tikið meira atlit til teir føroysku privatu íleggjararnar. Kanska hevur hann undirmett týdningin av hesum partinum, ella kanska er tað bara komið heilt óvart á hann, at áhugin her varð so stórur. Tað stóð greitt í prospektinum, at hesin privati bólkurin varð skorin pro-rata, um yvirteknað varð – og harvið bundu tey seg til at gera tað. Svenski Handilsbankin skuldi eftir okkara tykki ikki bundið seg til hetta, men tikið sær rætt til at tilgóðasíggja føroyingar.

 

Aftaná søluna av Føroya Banka er tað kanska meira viðkomandi at spyrja, um løgtingslimir og her ikki minst samgongumeirilutin hava verið nóg búnir til at síggja, hvørjar fylgir teirra samtyktir hava, heldur enn at lasta Fíggingargrunnin fyri eitt vánaligt arbeiði.

 

Tað sær út til, at sølan er farin fram eftir Løgtingssamtyktini. Bert spell, at tann vanligi føroyingurin ikki fekk meira í part í fyrstu atløgu. Men tað almenna er framvegis nógv tann stórsti partaeigarin í Føroya Banka, og tí kundu vit í næsta umfari tikið við læru av hesum og latið tann síðsta triðingin, sum eftir er, til tann meiniga føroyingin.

 

Sosialurin