Oddagrein·Løgmann ella løgmálaráð

Í meira enn ein mánað hevur Føroyar fólk livað í eini ómenniskjansligari óvissu um, hvør skal stýra landinum komandi fýra árini.

Hóast valúrslitið gav samgonguni ein dyggan frammaná, hon misti meirilutan, so varð úrslitið eisini, at andstøðan fekk ikki neyðuga meirilutan til at koyra samgonguna frá. Hesa støðuna hevur løgmaður so brúkt ? onkur sigur misbrúkt ? til at savna ein meiriluta við sær sjálvum sum framhaldandi løgmanni. Nakað, sum Stýrisskipanarlógin loyvir honum, men sum mong halda ikki er í tráð við hvørki andan í hesi lóg ella við góðan demokratiskan sið.

Vit hava verið vitni til, hvussu ein flokkur fyri og annar eftir hevur verið til audiens, forhoyr og samráðing hjá fólkaflokshøvdinganum, fyri síðani at verða vístur aftur til úthurðina. Ikki er løgið at føroyingar eru ørkymlaðir.

Í gjár var so líkt til, at samgongan ADEH var komin undir land. Men tá hesi orð vórðu skrivað var framvegis stór óvissa um málsøki. Tað ljóðaði, at E vil hava løgmann, ið er eitt náttúrligt krav, nú teir eru størsti flokkur. Hetta kann so eisini vera reinur taktikkur, tí við at krevja tað besta fær man í hvussu er tað næstbesta. Og fyri E skuldi tað verið rættiliga náttúrligt at kravt, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum varð sitandi, hóast A og D helst mugu halda, at nú so lítið er eftir av sjálvstýrispolitikki komandi árini, er hetta nakað, sum hinir landsstýrismenninir hvør sær kunnu hava ábyrgd av.

Stóri spurningurin fyri E er tó meira at gera løgreglumál og rættarskipan og lógarmál til eitt serstakt málsøki, tað nógv umrødda løgmálaráðið. Men slíkt løgmálaráð kann t.d. D neyvan ganga við til, tí flokkurin hevur gjørt tað til ein kardinalspurningin, at løgreglan skal ikki yvirtakast í hesum skeiðnum. Tí vil tað vera logiskt og náttúrligt heldur ikki at góðtaka, at eitt løgmálaráð verður sett á stovn samstíðis sum endalig semja ikki er fyri yvirtøkuni.

Men tað er greitt, at tað kann hugsast, at tá E vil hava løgmanssessin og veit, at tað fær hann ikki, so er tað tí, at tað vil hava nýggja málsøkið - løgmálaráðið - í fastan karm longu nú, eisini hóast eingin avgerð er tikin um at yvirtaka økið í hesum skeiðnum. Kann hetta verða tað, sum skapar veruligu trupulleikarnar?

At stovnseta eitt løgmálaráð longu nú, tá avgerð er tikin um ikki at yvirtaka økið næstu fýra árini, kann tí tykjast ein øvugt raðfylgja. Men tá kunnu tjóðveldismenn kanska vísa til eina aðra politiska kabalu, nevniliga hana, at D eftir síðsta val fekk sín landsstýrismann í oljumálum, hóast eingin olja var funnin tá. Har er tó tann munur, at tað var breið semja, hvussu farast skuldi fram í oljumálinum.

Sosialurin