.
Tað er einki minni enn ein provokatión frá danskari síðu at leggja grønlendska uppskotið fyri fólkatingið nú og tað áðrenn samráðingar hava verið við Føroya landsstýri. Grønlendska uppskotið hevur ásetingar og avleiðingar, sum føroyingar ikki kunnu góðtaka. Hesar ásetingar snúgva seg eitt nú um, at grønlendigar og føroyingar skulu vera samdir um ávís mál, áðrenn avgerð kann verða tikin um hesi mál. Hetta ber ikki til! Hetta er beinleiðis ósømiligt og vekir minni um hjálandatíðina!
Hvat fer nú at henda? Danska stjórnin hevur borið so í bandi, at bert tveir kostir eru í at velja: Tann fyrri er, at vit góðtaka ein loysn, ið minnir um ta grønlendsku loysnina. Hin kosturin er, at Føroyar fáa betri sømdir enn Grønland. Slíkt er hent áður, eitt nú í undirgrundarmálinum. Hetta er sostatt møguligt, men hetta er ikki gott fyri ríkisfelagskapin. Hetta eru gamlar hjálandasnildir: Divide et impera! Del og hersk! Á hendan hátt setir danska stjórnin kílar i tey annars sera góðu viðurskiftini millum Grønland og Føroyar. Hetta er lítið sømiligt fyri land, ið skal eitast at teljast millum fremstu demokratisku tjóðir í heiminum. Hetta sømir seg ikki landi, ið metir seg sum fyrimynd, tá tað ræður um at virðiliga viðgerð av fyrrverandi hjálondum. Hesin atburður gagnar ikki ríkisfelagskapinum, tí hesin atburður avdúkar, at danska stjórnin metir ikki Grønland og Føroyar sum javnlíkar partar av ríkisfelagskapinum. Landsstýrið eigur ikki at góðtaka henda atburðin hjá donsku stjórnini. Landsstýrið eigur at halda fast um føroysku krøvini, og so má landsstýrið taka sær ta tíð, ið krevst. Stjórinin hevur nú sett landsstýrið undir trýst. Møguliga er hetta tilvitað - møguliga av kleyvarskapi. Sama ger - nú er at halda fast og ikki at slaka ein tumma.
Sosialurin