Blokkstuðulin úr Danmark hvevur gjørt, at vit hava kunnað havt eitt hægri vælferðarstøði og eina størri almenna umsiting, enn føroyska framleiðslan rættvísgerð. Føroyska framleiðslan per høvd er á leið sum Skotland, so Føroyar kundi snilt sæð út sum t.d. Orknoyggjarnar, um samfelagið var øðrvísi innrættað - ikki ein penur tanki.
Nú vil ein ávísur skúli av búskaparfrøðingum fortelja, at grundin til at føroyski almenni sektorurin er so stórur er, at tað er tað, ið verður eftirspurt, og um hesi fólk ikki arbeiddu innan tað almenna, so gjørdu tey okkurt annað - teoretiskt sæð tað næstbesta, sæð frá sjónarhorninum hjá tí einstaka. Eitt er teori, og eitt annað er praksis. Eitt er eitt stórt land, har flestu fólk einki pass hava og ongantíð fara út um landoddarnar, sum t.d. USA, har arbeiðsmegin er at kalla konstant, og eitt eru Føroyar, har øll eru sera mobil, og har ein uppsagdur føroyskur fulltrúi kann spasera beinleiðis inn í eitt starv í Hvidovre Kommunes Social og Sundhedsforvatning. Søguliga síggja vit eisini, at tann búskaparliga tilpassingin, ið hendir í Føroyum, er ikki, at man í einari arbeiðsloysisstøðu fer at uppfinna allar møguligar nýggjar vinnur, men tilpassingin hendir við, at fólkatalið tilpassar seg tann lægra aktivitetin t.v.s. fráflyting.
Nú skal tað almenna so spara hundraðtals milliónir. Hetta er úrslitið av blokkniðurskurðinum, ið hendi í bestu tíðum. Undanfarna samgonga hevði ikki rygg til at spara tær 366 milliónirnar - ein millión um dagin - í rakstrinum, og liggur hendan ótespiliga uppgáva til sitandi samgongu at føra út í verki. Henda sparing kemur at kosta almenn arbeiðspláss, og kemur hetta at merkja handils og tænastuvinnurnar, og fer hetta at geva eitt fíggjarligt bakkast í samfelagnum.
Hvat er so at gera? Sparast má innan tað almenna. Blokkniðurskurðurin hevur gjørt, at vit einki val hava hesum viðvíkjandi. Nú er bara at vóna, at politikarnir hava rygg til at spara í erva og ikki á teimum økjum, ið raka borgaran. Heimahjálpin má til dømis ikki skerjast. Ein raðfesting má gerast yvir, hvørjar tænastur skulu vera almennar. Landsstýrið má hyggja at, hvat er neyðugt, heldur enn hvat er gott at hava. Tann seinni bólkurin má so sparast burtur, uttan at tann fyrsti skal skalast. Tað er harður kostur, men tey gomlu, sjúku og okkara útbúgvingarskipan mugu ikki merkja nakrar sparingar, og so má sparast onkra aðrastaðni.
So er spurningurin, hvat man so ger. Koma nógvar uppsagnir í tí almenna, so flyta fólk av landinum, um man fylgir lættkeyptu teoriunum um at bara man privatiserar og fær fríhandil, so verður alt optimalt. Vit mugu hava eina strategi, ið ikki byggir uppá eina forsimplaða búskaparliga líkavektsteori, har marknaðurin ornar alt, men sum tekur útgangsstøði í, at allir føroyingar skulu hava livilíkindi í Føroyum. Um hetta mál bert kann røkkast við almennari uppíblanding og protektionismu á la íslendsku fiskivinnuna, so mugu vit gera tað.
Sosialurin










