Tað er greitt, at so stórar íløgur, sum føroyska samfelagið ikki hevur sæð makan til áður, fara at hava avleiðingar fyri okkum øll, uppá gott og ilt. Tær fara at seta nýggj og stór krøv. Tí er tað sera undrannarvert fyri ikki at siga ábyrgdarleyst, tá hvørki politikarar ella onnur í samfelagnum viðgera hesar komandi broytingarnar í størri mun.
Lat okkum her halda okkum til undirsjóvartunlarnar. Um ikki so langa tíð verður koyrandi úr Fuglafirði til Bíggjar, og skjótt eisini til Gásadals. Tað verður so helst longsti teinurin, sum koyrast kann út í eitt og um ikki minni enn tríggjar oyggjar. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri ferðsluna, og í hesum sambandi mugu vit til at tosa um, hvat kann gerast fyri at forða fyri, at talið av skaðum fer at vaksa. Tí við fleiri undirsjóvartunlum fer okkara ferðslunet og ferðslumentan fullkomiliga at broytast. Um ikki so nógv ár verður t.d. koyrandi av Viðareiði til Gásadals. Her verður serstakliga hugsað um ungdómin. Avmarkaðu møguleikarnir í sambandi við frítíðavirksemi úti á bygd fara at hava við sær eina vaksandi ferðslu, har ungdómar fara at koyra úr einum enda av landinum í annan. Hetta merkir fleiri óhapp, fleiri skaðar og fleiri mist mannalív. Henda sannroynd ? at vit fáa undirsjóvartunlar og at ferðslunetið økist - eigur at fáa okkum tað verið seg myndugleikar, løgreglu, Ráðið fyri Ferðslutrygd, tryggingarfeløg o.o. longu nú at seta út í kortið ein framtíðar ferðslumentanarpolitikk undir heitinum: Hvussu vilja vit taka ímóti eini øktari ferðslu serstakliga við ungum bilførarum, tá undirsjóvartunlarnir knýta fleiri oyggjar saman!
Hetta kundi ikki minst verið ein uppgáva hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum annars ger eitt stórt og gott upplýsandi arbeiði. Men harfyri eiga vit framhaldandi at seta okkum nýggj mál og mið og her serstakliga, tá umstøðurnar broytast so kollveltandi, sum tá vit fáa ein undirsjóvartunnil millum Vágarnar og Streymoynna og seinni ein millum Borðoy og Eysturoy. Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat hetta t.d. krevur av løgregluni! At fleiri oyggjar verða knýttar saman, soleiðis at ungdómur kann koyra av Viðareiði til Gásadals er ein so stór og kollveltandi broyting og avbjóðing, at allar góðar kreftir eiga longu nú at seta hetta fremst á dagskránna. Hetta má seta nógv størri krøv til okkara ferðslupoliti, og eisini má ferðslumentanin við hesi nýggju avbjóðing fáa størri innivist í skúlunum. Tað skal vera okkara vón, at allar góðar kreftir raðfesta hetta høgt í komandi tíð.
Sosialurin









