Hin parturin er so, hvussu slík vitjan kann vera við til at eggja okkum enn meira til at kveikja lív í føroyskt vinnulív, har m.a. hugsað verður um at fjøltátta og menna útflutning og samtíðis at fáa fremmandafólk og útlendskar íløgur henda vegin. Hvussu slík vitjan kann geva okkum íblástur, samtíðis menna okkara sjálvsálit og varðveita okkara sereyðkenni. Eisini fær slík vitjan lív í spurningin, nær og hvussu Føroyar kunnu standa á egnum beinum og bera tjóðarmerkið í skjøldri samtíðis sum vit gerast solidariskur partur av umheiminum.
Henda vitjan eigur at fáa okkum at venda eyguni vestureftir, móti tí risastóra amerikanska marknaðinum. USA er eitt búskaparligt lokomotiv, ið altíð er áhugavert frá einum handilsligum sjónarmiði. Føroyingar hava nokk forsømt amerikanska marknaðin - kanska vitjanin kann kveikja ein nýggjan áhuga, tó at vit vita, at tað í løtuni er tann lági dollarin, sum forðar fyri samhandli.
USA er tó eitt búskaparligt kraftsentur, sum Føroyar avgjørt eiga at kenna seg drignar at. Her hugsa vit serstakliga um turismu og matvørur. Clinton beyð sær til at vera ambassadørur fyri at fáa amerikanarar at vitja oyggjar okkara. Vit eiga at marknaðarføra Føroyar í USA, har t.d. Atlantsflog kundi samarbeitt við onnur flogfeløg fyri at gera tað lættari hjá amerikanarum at koma til Føroya.
Vit eiga so eisini at marknaðarføra okkara fiskavørur úr heimsins reinasta havi til dýru gourmet matstovurnar og branda føroyskan fisk sum burðardyggan. Um okkum dáma tað ella ikki, so er USA heimsins einasta stórveldi. Avgerðir tiknar á Capitol Hill ávirka alla verðina. Føroyar hava onga umboðan í USA. Vit eiga at fáa okkara egnu sambond við USA uttan bara gjøgnum Danmark. Har tú ikki er heilur er tú bara hálvur. Vit hava brúk fyri at ”Look West” og eiga at brúka Clintonvitjanina til at bjóða Hillary henda vegin, sum part av hennara valkampanju og sum part av marknaðarføringini av Føroyum í USA.
Sosialurin