Tað kann ikki vera nakað forgjørt í, at føroyskar byggiverkætlanir taka støði í tí, sum vit sjálvi framleiða. Tað hevði verið eitt sterkt signal at sent, um almennu Føroyar gingu á odda við boðskapinum um, at vit skulu keypa føroyskt. Ella mugu tey bara siga hart, at vitikki vilja nýta føroyska arbeiðsmegi.
So bersøgin er stjórin á snikkaravirkinum í Vatnsoyrum, sum síðani 1968 hevur framleitt hurðar og vindeygu til føroyska marknaðin.
Í samrøðu við Sosialin mánadagin vísir hann á, hvussu svárt tað er at síggja, hvussu tað almenna tekur útlendska framleiðslu fram um føroyska framleiðslu.
Stjórin á HDYGD nevnir fleiri dømi. Eitt nú at tey ikki sluppu at bjóða seg fram, tí arkitektarnir velja útlendskar loysnir fram um føroyskar loysnir. Dømi, hann nevnir, er Landssjúkrahúsið, at vindeyguni av onkrari orsøk partú skuldu vera úr aluminium.
Onnur dømi eru Klaksvíkar Sjúkrahús og Boðanesheimið í Havn, har føroyski vindeygaframleiðarin heldur, at tað bleivi »vent og snarað soleiðis, at teirra vindeygu ikki kundu nýtast«.
Vit kunnu øll semjast um, at tað er ómetaliga harmiligt, at vit sjálv, sum búgva her í Føroyum, ikki stuðla okkara egnu framleiðslu.
Tað er júst tað, sum reklamuátakið, sum varð sjósett fyrr í ár, gekk út uppá, at vit skulu styðja føroyska framleiðslu við at keypa føroyska framleiðslu.
Hinvegin, so skulu vit sjálvandi ikki siga, at vit skulu keypa føroyska framleiðslu fyri einhvønn prís. Sjálvandi skal framleiðslan vera kappingarfør. Men er hon tað, so eigur tann almenni byggimyndugleikin at hugsa um, hvussu nógv arbeiði og hvussu nógvar pengar eitt nú framleiðslan av vindeygum til Landssjúkrahúsið hevði lagt eftir seg í landinum.
Sum skilst á føroyska vindeygaframleiðaranum í blaðnum mánadagin, so verður tað ikki gjørt.
Og tá hann tosar um at flyta framleiðsluna til Litava fyri at virkið skal røkka byggimarknaðinum í Føroyum, so er okkurt ravruskandi galið – serliga um tað er landið, sum gongur á odda við skeivu gongdini í ikki at keypa føroyska framleiðslu!