ODDAGREIN: Kann man lúgva so?

– Størsti partaeigarin skal ikki føla seg snýttan, tí tað stendur onga­staðni í prospektinum, sum er grund­ar­lagið undir einskiljingini, at størri partur av flogfelagnum skal ein­skilj­ast.

Hesi orðini eigur Johan Dahl, lands­stýr­is­mað­ur í vinnumálum, sum vegna landsstýrið hjá Kaj Leo Holm Johannesen varðar av At­lants­flog.

Orðini segði hann við Sosialin í gjár í sambandi við að­al­fundin hjá Atlantsflog fríggj­a­dagin, har størsti privati partaeig­a­r­in legði fram uppskot um, at priv­atu partaeigararnir skulu hava fram­í­hjá­rætt til vinningsbýti, tí lands­stýr­ið hevur lumpað privatu parta­eig­a­r­ar­nir í sambandi við lyftið um at priv­at­isera seinna triðingin av fel­agnum.

Men sambært Johan Dahl, so er einki lyfti um tað – og tá landsstýrismaðurin, sum hev­ur ráðharraábyrgd, sigur, at »tað stendur ongastaðní í pro­spekt­in­um­«, so tað beinleiðis lygn. Tí tað stendur í prospektinum, at seinni triðingurin eisini skal einskiljast:

»I marts 2006 besluttede den færø­ske regering ved lov delvist at pri­va­t­i­sere Atlantic Airways ved at sælge 33% af aktierne i virk­so­m­heden. I de forklarende not­er til loven om privatiseringen af At­lantic Airways fremsætter reg­er­ingen sine intentioner om at sælge yd­er­lig­ere 33% af aktiekapitalen til in­sti­tu­tionelle investorer efter børs­not­er­ing­en af virksomheden. Tim­ingen af den anden runde er end­nu ikke fastlagt. Da der snart er parl­a­ments­valg, kan man ikke vide, om den anden runde vil blive ud­ført ifølge den fremlagte plan. Val­get afholdes senest den 19. januar 2008.

Ifølge den fremlagte plan vil reg­er­ing­en fortsætte med at være en vægt­ig ejer efter den anden salg­s­runde.

En andel på 34% i virksomheden vil sikre, at der ikke kan foretages ænd­ring­er af vedtægterne uden reg­er­ing­ens godkendelse deraf.«

Pro­spekt­ið liggur á heimasíðuni hjá At­lants­flog, og tað kann ein og hvør lesa – eisini Johan Dahl.

Vit hava fyrr reist spurningin, um út­lendsk­ir íleggjarar kunnu hava á­lit á landsstýrinum, tá teir bein­leið­is verða lumpaðir at spilla peng­ar upp á íløgur í Føroyum. Spurn­ing­ur­in er, um teir hava álit á ein­um landsstýrismanni, sum lýg­ur.
Og so er tað spurningurin, um tað hev­ur týdning fyri løgmann, at ein lands­stýr­is­mað­ur sigur ósatt?