Eftirfylgjandi er avdúkað og prógvað, at bæði maður og kona vóru ósek. Ein triðji persónur hevði eftir øllum at døma lokkað børn at bera falskan vitnisburð. Fólkini vórðu í síni tíð dømd eftir ákæruritinum. Eystari Landsrættur hevur síðan staðfest, at fólkini vórðu ósek.
Fólk standa spyrjandi. Eru Føroyar ikki eitt rættarsamfelag? Hvar er rættartrygd borgaranna? Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu kundi hetta henda? Almenningurin hevur enn ikki fingið nøktandi svar frá ákæruvaldinum. Tá spurt verður í fjølmiðlunum, verður vikið uttanum og fokuserað uppá hetta, at málið alt fyri eitt varð tikið uppaftur, tá løgreglan hevði varhugan av, at her ruggaði ikki rætt. Fyrr var illa, hava vit huga at viðmerkja, og vit hava hug at leggja afturat, at hetta er væl skiljandi, tí leiklutur ákæruvaldsins í hesi søk er lítið at reypa av.
Tað er eygsæð, at her er farin fram sorgarleikur, sum fer at nerva øll avvarandi fyri lívið. Samfelagið fer at rinda skaðabøtur, og tað er sum tað skal vera, men ongar skaðabøtur kunnu grøða tey sálarligu mein, sum eitt slíkt mál elvir til hjá teimum, sum hava verið offur so ella so.
So mikið um sjálvt málið. Tað, sum nú frá einum samfelagsligum sjónarmiði er umráðandi, er, at almenningurin fær at vita, hvussu hetta kundi henda. Harnæst má og skal almenningurin fáa vissu fyri, at slík justitsmorð ikki henda aftur. Væl eru vit øll menniskju og tað er sum mangan tikið til menniskjansligt at gera mistøk. Hinvegin mugu vit sláa fast, at slík mistøk skulu ikki kunna koma fyri. Slíkt skal ikki kunna henda. Tað má og skal bera til við tí vitan, tøkni og sálafrøði, sum partar i rættarsøk hava til taks í dag at forða fyri slíkum syndarligum mistøkum. Danska løgmálaráðið, ákæruvald, løgregla og dómsvald skylda okkum eina frágreiðing og eiga samstundis at veita Føroya fólki trygd fyri, at slík mistøk ikki henda aftur.
Sosialurin