Tilverugrundarlagið hjá einum politiskum flokki úti í heimi eins og í Føroyum var blaðið – tann ósvitaligi boðberin. Floksbýtið á tingi í 1906 gav okkum Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Dimmalætting legði seg skjótt at Sambandsflokkinum, sum blaðið stuðlaði so at siga øldina alla. Tingakrossur var málgagnið hjá Sjálvstýrisflokkinum – og fyri at vinna gróðrarbotn fyri tí nýggja arbeiðaraflokkinum, varð Sosialurin settur á stovni.
Nú Javaðarflokkurin varð stovnaður – og kom á ting í 1928, var ein nýggj dimensjón komin á ting. Tann sosialdemokratiska visjónini kravdi eina kapitalistiska mótvekt, sum hon fekk við fyrst Vinnuflokkinum í 1936 sum varð til Fólkaflokkin í 1940. Men tað setti nýggj krøv í fjølmiðlaheiminum, og Dagblaðið varð tí sett á stovn sum málgagn Fólkafloksins. Nú vóru fýra politisk bløð – knýtt at politiskum flokkum.
Tá so loysingarfólkini eftir fólkaatkvøðuna 14. september í 1946 stovnaðu Tjóðveldisflokkin var aftur neyðugt við einum nýggjum málgagni, so grundarlag kundi leggjast undir tjóðveldishugsjónina. Tí var blaðið 14. September sett á stovn. Tjóðveldisflokkurin er tann seinasti flokkurin, sum er stovnaður fyri Útvarpið, sum varð sett á stovn í 1957. Eitt alment útvarp gav aðrar møguleikar fyri politiskt óheftum tíðindaflutningi. Tann tilgongdin byrjaði við útvarpinum og mentist – og miðlarnir løgdu seg seinni meira eftir at framleiða tíðindi heldur enn at bara missionera politikk. Kring allan heimin doyði tann politiska pressan – eisini í Føroyum.
Føroyski miðlaheimurin er nógv broyttur – og avbjóðingarnar eru ovurstórar, serliga tí at politiskar raðfestingar eru um at taka grundarlagið undan almenna mentanarstovninum, Kringvarpi Føroya, sum samstundis hóttir privatu miðlarnar.
Vit skulu hava eina fjølbroytta miðlamynd í Føroyum, har vit hava tað alment fíggjaða Kringvarpið, skal virka saman við privatu miðlunum – ikki í handilsligari kapping, bara við kapping um innihald.
Vit taka fegin móti avbjóðingini. Hevði bara politiska skipanin dugað at sæð samfelagsliga og mentanarliga virði í einum tryggum alemnnum kringvarpi – sum saman við privatu miðlunum hevði tryggjað tað journalistiska margfeldni, sum skal til í einum demokratiskum samfelag.