ODDAGREIN: Innantómur politikkur?

Tað er ikki hissini skoðsmál, sum for­mað­ur Miðfloksins gevur sam­gong­uni, nú játt­an­ar­karm­ar­nir eru lagd­ir fyri tingið og koma til við­gerð­ar í dag.

Nú hevur Jenis av Rana so ofta tal­að at og hótt við at taka seg og flokki­n úr samgonguni, at hetta verð­ur ikki tik­ið fyri fult longur – í so máta fer søgan uttan iva at end­ur­taka seg hes­a­ferð. Sjálv­ur legg­ur hann dent á, at hann hevur størri á­virk­an í sam­gong­uni enn uttanfyri, hó­ast hann kallar politikkin, sum hann sjálvur er við til at føra, fyri eina van­lukku.

Passar tað, sum formaður Mið­floks­ins før­ir fram, so eru tær stóru linj­ur­nar hjá sam­gong­uni ikki ser­liga væl trekt­ar. Tí Jenis av Rana sig­ur, at ar­beitt verður bara fram eftir fumm­um. Hann sigur, at partur av játt­an­ar­k­arm­unum eru bara leysir pá­stand­ir og púra ó­rgrund­að­ir, at ong­ar kann­ing­ar eru gjørd­ar, sum greina við­ur­skifti nærri, og at hann ætl­ar sær at biðja Kaj Leo Jo­hann­e­sen koma á fund fyri at siga hon­um, at hann skal fáa skil á fíggj­ar­poli­tikk­in og krevja, at tey ymsu til­tøk­ini í játt­an­ar­karm­u­num verða eftirkannað.

Jenis av Rana nevnir í samrøðu her í blað­num fleiri dømi um ræð­u­mynd­­ir av illa grundaðum og ó­um­hugs­a­­­ð­um fíggj­a­­r­pol­i­tikki:
Flatskatturin er sambært hon­um ein vanlukka, sum ikki fekk ta á­­virk­an, sum sam­gong­an lova­ði. Hann hevur ikki fing­ið meira ferð á sam­fel­ag­ið – og ta fram­gongd, sum vit hava sæð, hevur upp­sjóv­ar­­fiski­skap­­urin heiðurin fyri, sigur Jenis av Rana.

Avtøkan av Landsbankanum er ein »fiks idé«, sum saman við øll­um hin­um bara førir til ó­rógv í sam­fel­a­g­num.

Tá hetta er skoðsmálið, sum ein av sam­­gong­­­u­flokk­u­num gevur sín­­um egna politikki, so kundu vit spurt Jenis av Rana, um hann als onga á­v­irk­an hev­ur á sín egna flokk, og hvat tað er, sum fær hann at halda fram í sam­gonguni, tá skil­ið er so ringt sum tað er.

Er tað bara taburettin, sum telur hjá Jen­isi av Rana? Hevur tað so stór­an týdn­ing fyri Mið­flokk­in at pynta seg við einum lands­stýr­is­sessi?

At skaðin er minni við Mið­flokk­i­num inn­an­borða, tað man vera ein sann­leiki við modifikatiónum – tí ting­sess­ir­nir hjá Miðflokkinum gera sam­gonguni hvørki frá ella til, sum løgmaður fleiri ferðir hevur víst á:

– Dámar tær ikki luktin, so far!